Rúni Elttør verður Vágamaður

Eftir at hava nýtt fyrsta árið til at fáa umsitingarlig og fíggjarlig viðurskifti í rættlag, tykist nýggja Vágaliðið nú satsa miðvíst upp á uppflyting

Tað tykist vera lítil ivi um, at kappingin um at vinna sær pláss í Formula-deildini verður í minsta lagi líka hørð komandi ár, sum hon var tað í ár. Sandoyingar hava tvey ár á rað tapt upp- og niðurflytingardystir, og ivaleyst vilja teir aftur medda móti oddinum í ár. Á Tvøroyri eru greiðar ætlanir um at venda skjótt aftur, og eisini á Argjum tykist oddatosið nú vera meira álvarsligt, enn tað nakran tíð hevur verið.
Og hjá endurstovnaða FS Vágar, sum nú hevur 2004 sum eftirnavn, tykjast ætlanirnar somuleiðis at vera púrasta greiðar.
- Nú gjørdist júst lidna kappingarárið nóg so serligt fyri okkara viðkomandi, og tí var ikki so lætt at vera fult gearaður, staðfestir formaðurin í felagnum, Albert Ari Thomassen.
- Vit gjørdu undan árinum av, at hetta fyrst og fremst skuldi nýtast til at fáa umsitingarligu og fíggjarligu viðurskiftini í rættlag, og hetta hevur mest sum eydnast. Samstundis mettu vit, at vit vit ítróttarliga skuldu medda eftir topp-trý, og hetta kláraðu vit so eisini akkurát.
- Tí eru vit sum heild væl nøgdir við árið, men tað skal ikki vera nakar ivi um, at vit ætla okkum upp í bestu deildina. Tað arbeiðið eru vit nú farnir meira miðvíst í holt við, og sjálvt um kappingin uttan iva verður hørð, so hava vit góðar vónir, staðfestir hann.

Greiðar ætlanir um tilgongd
Formaðurin vil tó enn ikki avdúka so øgiliga nógv, tá tosað verður um spælarar til komandi kappingarárið. Men hann váttar, at felagið hevur gjørt sáttmála við Rúna Elttør.
Við hesum fær felagið ein hampuliga royndan fyrstudeildarspælara, sum í løtum hevur prógvað, at hann er ein sera stinnur bakkur. Og megnar Bill McLeoud Jacobsen, sum aftur í ár skal venja vágamenninar at fáa tað besta úr spælarunum, er lítið at ivast í, at talan er um góða tilgongd.
Hinvegin hevur felagið fyribils mist Ólav í Ólavsstovu, sum aftur fer at royna seg í barndómsfelagnum, HB, eins og ivamál er, hvørt onkrir av teimum royndu spælarunum halda fram á hægsta støði. Sum skilst, so verður tó roknað við, at talan verður um tilgongd av fleiri nýggjum spælarum, men enn vil Albert Ari so ikki seta navn á, hvørjir hesir eru.
Júst í hesum døgum heldur felagið annars fyrsta føðingardagin. 8. november var eitt ár síðani, at nýggja FS Vágar varð stovnað, og um leygarkvøldið verður so eitt-ára føðingardagur hildin, skilst.