FSF-semja
Eftir evstamark okkara í gjár, sendi FSF út skriv til feløgini, har sagt varð, at felagsskapurin nú bert hevur eitt evni til formanspostin, og at hetta evnið er Dánjal Andreasen.
Skrivið, sum er ógvuliga stuttorðið, staðfestir, at Rúni Heinesen hevur broytt uppstilling sína til bert at gerast vanligur nevndarlimur, og at nevndin hartil er samd um at gera tvær akrar broytingar í bygnaðinum. Nevnliga:
- At gera greiðar mannagongdir fyri samskifti millum nevnd, undirnevnd, umsiting og limafeløg, og
- at skilnaður verður í umsitingini millum ábyrgdina av bókhaldi og fíggjarligum flytingum.
Einki óvanligt
Serliga seinasta pettið hevur fingið fleiri av ábyrgdarpersónunum í ymsu fótbóltsfeløgunum at blunka eina eyka ferð, men sambært Rúna Heinesen, sum annars var í uppskoti til formanssessin, so er einki óvanligt í hesi orðing.
- Fótbóltssambandið er eftirhondini vorðið av slíkari stødd, at tað eiga at verða gjørdar greiðar mannagongdir á økinum. Bókhaldsskyldulógin, sum øll roknskaparskyldug virki ganga eftir, gera greitt, at tað skal vera skilnaður millum fíggjarflytingar og bókhald, og tað er tað, sum vit við hesum vilja.
Men hevur tað ikki í Fótbóltssambandinum verið so, at formaðurin avgreiðir flytingar, meðan umsitingin hevur bókhaldið?
- Jú, tað er rætt, og í so máta hevur skilnaður verið. Men sjálvur haldi eg hetta vera eina reglu, sum leggur alt ov stórar byrður á formannin. Hann fær fleiri ferðir um vikuna veldugar bunkar av pappírum oman yvir seg, sum hann skal gjøgnumganga og vátta, og tað kann ikki vera hansara uppgáva. Tilfarið verður snøgt sagt alt ov rúgvusmikið, og tí er vandin fyri mistøkum til staðar. Vit hava sum so ikki funnið nakað, sum kunnu seta fingarnar á, men vit vilja fyribyrgja, at nøkur mistøk kunnu henda í so máta, sigur Rúni.
Avgerðin er endalig
Í aðrar mátar sigur Rúni Heinesen, at hann metir stríðið vera av á hesm sinni, og vísir annars til Dánjal Andreasen, sum tann, ið skal úttala seg hesum viðvíkandi.
At meta eftir tí, sum Christian Andreasen førir fram aðra staðni í blaðnum, so tykjast tó langt ífrá allar súður syftar.
Sakførarin staðfestir, at støðan í FSF er somikið álvarslig, at hann fær ikki livað við hesum, og hevur tí borið seg undan afturvali. Í stríðnum um formanssessin tóktust Rúni og Christian fram til mikudagin at draga somu línu, men tá Rúni verður spurdur um hetta ikki bendir á, at alt ikki er loyst, tykist hann ógvuliga fáorðaður.
- Støðuna, sum Christian hevur tikið, má hann so svara fyri. Eg havi so valt at loysa knútin upp á hendan mátan, og tað standi eg við, er einasta viðmerkingin, sum Rúni hevur til málið.