Í Norðuríshavinum er ein stórur oyggjarbólkur, sum er avskorin frá sivilisatiónini. Svalbard. Her er órørd arktisk oyðimørk so langt eygað sær, og djóralívið er serstakt. Burtursæð frá nøkrum túsund ísbjarnum, so búgva eini 3.000 fólk á Svalbard. Størsti býurin eitur Longyear, og ein stórur partur av fólkunum, sum her eru, eru í arbeiðsørindum.
Millum tey eru eisini føroyingar. Ein teirra er hvalbingurin Rúni Skaalum, sum smíðar fyri eina norska fyritøku.
##med6##
##med7##
Rúni Skaalum hevur verið nógvastaðni, har nógv fólk ikki hava verið, og hevur eitt nú búð í Grønlandi í nógv ár. Á Svalbard fær hann enn eina øðrvísi uppliving.
##med4##
Ríkað djóralívið hevur við sær, at tað ikki er óvanligt at síggja eitt reinsdjór ganga og mala. Hetta reinsdjórið avmyndaði Rúni eitt kvøldið.
##med2##
Tað er avmarkað, hvussu nógv ljós er um veturin. Sólin setur sera tíðliga um dagin. Sólin fyri sunnan og kavin fyri norðan.
##med5##
##med3##
##med9##
- Allastaðni her sær mann restir av kolaarbeiðinum, sum hevur verið á Svalbard gjøgnum tíðina. Trætornini hava fungerað líkasum ein long skilift., men ístaðin hava kolavognar hingið í, fortelur Rúni.
##med8##
- Tað var her, sum eg og onnur blivu evakuerað í vetur. Tá kundi komið skalvalop. Men alt gekk væl.