Um einar tveir mánaðir fær norska tollverkið serliga røntgenútgerð, sum tollararnir kunnu hava við sær, tá teir skulu leita eftir smuglaravørum á markinum millum Noreg og Svøríki og í havnunum, har ferjur úr útlondum leggja at.
Røntgenútgerðin skal setast í tveir stórar lastbilar. Kinesiska tollvaldið hevur nýtt somu útgerð eina tíð, og umboð fyri norska tollvaldið hava verið í Kina og kannað, hvussu útgerðin virkar. Royndirnar vísa, at við útgerðini kunnu tollararnir kanna innihaldið í umleið tjúgu bingjum um tíman, og tólini eru so sterk, at tey kunnu staðfesta innihaldið í bingjunum, sjálvt um tær eru gjørdar úr 15 sentimetra tjúkkum stáli. Men útgerðin er heldur ikki bílig. Teir báðir lastbilarnir og røntgenútgerðin kosta einar 35 milliónir krónur.
Annar av teimum báðum lastbilunum, sum tollvaldið hevur bílagt, kemur í november, og hann skal nýtast til at kanna teir mongu lastbilarnar, sum koma um svenska markið eystan fyri Oslo.










