Rændu sjómenninir koma heim í kvøld

Teir fimm menninir av farmaskipinum Danica White koma til Danmarkar í kvøld, men tað er loyniligt, hvar flogfarið setir seg Sjóferðslustýrið hevur leigað eitt flogfar, sum kemur úr Djibouti í kvøld við teimum fimm sjómonnunum. Tá flogfarið hevur sett seg, fara teir fimm beinleiðis til hús, sigur danska útvarpið.

Uttanríkisráðið hevur boðað frá, at teir fimm menninir vilja ikki tosa við fjølmiðlarnar enn, og uttanríkisráðið vil ikki siga, hvar flogfarið við monnunum setir seg.

Nú eru fimm dagar, síðani menninir sluppu frá burturflytarunum. Eitt franskt herskip flutti teir til Djibouti.