Skiparin á Maersk Alabama royndi at flýggja frá sjórænarunum við at svimja frá teimum, men teir fingu hann aftur Tað var tíðliga í morgun, at Richard Phillips leyp úr bjargingtarbátinum og royndi at svimja ímóti amerikanska herskipinum, sum liggur hjá bátinum. Men nakrir av sjórænarunum svumu aftan á honu8m og fingu hann aftur, sigur CNN.
Teir somalisku sjórænararnir, sum hava amerikanska skiparan sum gísla í bjargingarbátinum, krevja loysigjald fyri at lata hann leysan.
-Vit vilja hava loysigjald og frítt at sigla aftur til lands, sigur ein talsmaður fyri sjórænararnar sambært AFP.