Løgreglan í Fraklandi leitar eftit einari ungari kvinnu, sum rændi eitt pinkubarn á føðideildini á einum sjúkrahúsi í býnum Nancy í gjárkvøldið.
Løgreglan sigur, at kvinnan er av evropeiskum uppruna og millum 16 og 20 ára gomul. Honm fór inn á føðideildina og tók barnið, meðan mamman svav. Sum skilst standa myndugleikarnir á berum, og teir hava biðið almenningin um hjálp.
Tað rænda barnið er tríggjar dagar gamalt.