Úr naggatódn til loysnir

Tað er rætt, tá Lisbeth Petersen sigur, at tað bert eru tveir flokkar, sum hava eitt einfalt svar til ríkisrættarliga spurninginum.

 

Sambandsflokkurin hevur síðan 1906 sagt nei, og tað merkir, at alt bert skal vera júst, sum tað er. Tjóðveldisflokkurin hevur síðan 1948 sagt ja, nú skal loysast, men tíbetur eingin loysing. Eitt ja ella eitt nei má tí sigast at vera einføld svar, men tó als ikke vegur til nakra loysn. Eitt ja ella eitt nei heldur verandi støðu fasta.

Hesir báðir báðir flokkar halda í veruleikanum lív í hvørjum øðrum og eru bestu garantar fyri, at eingin loysn verður funnin á ríkissrættarligu støðuni. Fastlæsta støðan hjá Sambandsflokkinum, serliga valskeiðið 94 til 98, gjørdi, at Tjóðveldisflokkurin fekk eyka vind í seglini. Tí ber til at siga, at besti stuðul fyri loysingarvongin er ein sterkur Sambandsflokkurin.

Men verður ríkisrættarliga málið loyst einaferð med alla, so hava hesir mótpolar knappliga einki at stríðast fyri, og tí hava teir ein ávísan áhuga í at halda lív í kjakinum um loysing ella samband.

Eitt týdningarmikið mál í komandi valskeiði verður at fáa hetta málið loyst og lagt afturum okkum, so vit sleppa í holt við tey veruliga málini, sum bíða eftur okkum, og sum hava verið forsømd nú í skjóttt 4 ár. Og henda loysn, sum kann savna ein breiðan meiriluta á tingi og millum manna eitur sjálvstýri innan ríkisfelagsskapin. Loysnin eitur hvørki loysing, ella at einki skal henda, tað mugu vit gera okkum púra greitt. Og um onkur heldur, at ríkisrættarliga málið er svart ella hvítt, ella at Sambandsflokkurin ella Tjóðveldisflokkurin sita inni við loysnini, so er tað ikki rætt. Verður Sambandsflokkurin nóg stórur, so hendur einki, tað vita vit av royndum. Verður hin vegin Tjóðveldisflokkurin ov stórur, so hendir heldur einki, tí eingin annar flokkur vil fylgja honum til at loysa her og nú.

Ríkisrættaliga loysnin liggur mitt millum hesar báðar flokkar. Realistiska loysnin er also hvørki svørt ella hvít. Og júst hesa loysn kann sjálvstýrislógin verða grundarlag fyri, og eg kenni meg sannførdan um, at henda verður loysnin í seinasta enda.

Ein skilir partvís reaksjónina hjá teimum mongu, sum ræðast loysinga og fullveldið, at tey fara so langt yvir í mótsatta borð, at tey fara í sambandsgrøvina. Tey fara so langt, sum tey sleppa. Tað eru kanska nógv, sum halda, at hetta er ein heilgardering. Men soleiðis er tað nú einaferð ikki. Tað sum er umráðandi er, at vit fáa sett alternativið upp móti loysingini, og alternativið er ein loysn, sum er sjálvstýri innan ríkisfelagsskapin, sum Javnaðarflokkurin umboðar.

Vit mugu gera okkum greitt, at broytingina sleppa vit ikki undan, Tíðin krevur broyting, og broytingin loysir málið.

Lat okkum tú sláa kalt vatn í blóðið og velja flokkin, sum vil hava loysnir. Lat okkum for Guds skyld fáa lagt hetta málið afturum okkum, so vit sleppa at viðgera veruliga politikk bæði á Løgtingi og í Tinganesi. Lat okkum velja ta savnandi loysnina.