Rúna Sivertsen hevur í dag tikið yvir sum dagligur leiðari á Javna. Hon tekur við eftir Onnu D. Háberg Um vikuskiftið fór vaktarskifti fram á skrivstovuni hjá Javna.
Anna D.Háberg, sum seinastu sløku tvey árini hevur verið dagligur leiðari hjá
Javna, hevur sagt seg úr starvi, og fer aftur í starv sítt sum fangavørður. Síðsti
arbeiðsdagur hennara á hesum sinni var fríggjadagin.
Í hennara stað kemur Rúna Sivertsen, sum í dag hevur tikið við sum dagligur leiðari á Javna.
Rúna Sivertsen hevur drúgvar royndir á fleiri økjum: Hon hevur roynt seg sum politikari, fjølmiðlakvinna, forkvinna í Ráðnum fyri Ferðslutrygd og í ymsum sosialum arbeiði.
Fráfarni og komandi leiðarin hjá Javna høvdu í farnu viku høvi at tosa saman um støðuna hjá Javna og mál, ið arbeitt verður við, so skiftið verður so smidligt, sum til ber, sigur Javni í tíðindaskrivi.
Umframt dagliga leiðaran arbeiðir eitt skrivstovufólk í hálvtíðarstarvi hjá
Javna.










