Sum støðan er í løtuni, sær Rúna Sivertsen sær ongan møguleika at gera sína ávirkan galdandi í Fólkaflokkinum longur. Tí hevur hon boðað flokkinum frá, at hon ber seg undan sum valevni fyri Norðoya Fólkafloksfelag til komandi løgtingsval.
Sett uttan fyri
Rúna Sivertsen sigur, at hon hevur umhugsað sína støðu í Fólkaflokkinum í longri tíð. At hon tekur avgerðina nú, er kanska eitt sindur av tilvild. Hinvegin dylir Rúna Sivertsen ikki yvir, at tað harmaði hana at verða sett uttan fyri Landstjórnina hjá Fólkaflokkinum í 2004.
- Formella grundgevingin var, at eg ikki longur búði í økinum. Men eg varð ikki eftirspurd og fekk heldur ikki møgleikan at stilla nakran annan upp fyri meg, sigur Rúna Sivertsen og leggur afturat, at hon líka síðani stórt sæð ikki hevur havt møguleika at arbeiða politiskt innan flokkin.
Prinsipiell avgerð
Rúna Sivertsen vísir aftur, at hon nú tekur seg úr Fólkaflokkinum, tí hon er ónøgd við, at hon ikki kom inn á ting eftir seinasta val.
- Eg eri farin uppí politikk, tí eg vil sleppa at vera virkin politskt og gera meg galdandi í tí dagliga arbeiðinum – ikki bara 4. hvørt ár. Eg var politiskt virkin, langt áðrenn eg nakrantíð stillaði upp fyri Fólkaflokkin. Satt at siga, hevði eg ikki væntað, at eg fór at verða vald inn á ting, so tað var ikki tí eg fór uppí flokkin í síni tíð, sigur Rúna Sivertsen.
Hon leggur afturat, at hennara avgerð snýr seg mest um at markera eitt principp.
- Prinsipielt haldi eg, at ein politiskur flokkur eigur at virða tey fólk, sum hava vilja til at leggja nógvu orku í at arbeiða fyri flokkin. Skal hetta verða mátin, flokkar fara við sínum stuðlum, so verður eisini ringt at fáa kvinnur at stilla upp, sigur Rúna Sivertsen.
Stillar upp fyri Sjálvstýrisflokkin
Rúna Sivertsen hevur samstundis boðað Fólkaflokkinum frá, at hon framyvir fer at brúka sína politisku orku innan Sjálvstýrisflokkin. Tað kann eisini væl hugsast, at hon stillar upp fyri Sjálvstýrisflokkin til komandi val, sigur hon.
- Eg eri fyrst og fremst borgarlig og sjálvstýrissinnað. Í so máta hóskar politiska skráin hjá Sjálvstýrisflokkinum mær best av teimum flokkum, sum eru at velja ímillum í løtuni, sigur Rúna Sivertsen og leggur afturat.
- Eg vil á ongan hátt gera Fólkaflokkinum fortreð við hesi avgerð. Tíðin er bara komin, til at eg sjálv má sleppa víðari, sigur fyrrverandi fólkaflokskvinnan.