Rúna úr Havn, dóttir Dagny og Arna Clementsen, fødd 28. oktober 1959. Hon eigur ein beiggja, Bergur, sum býr í Havn.
Dia, er klaksvíkingur, føddur 31. august 1954, sonur Nainu og Leo Viðbjørg. Hann eigur eisini ein yngri beiggja, Símun Pauli, sum býr í Klaksvík eins og mamman. Leo andaðist 5. august 1991, 60 ára gamal.
Rúna og Dia eiga tvey børn, Irdi f. 1977 og Jan f. 1980.
Dia flutti til Havnar í 1970 og lærdi til snikkara hjá Alfred Gullbein. Hann koyrdi á bilstøðini Auto í Havn frá 1984 til 1993, tá tey fluttu til Danmarkar at búgva. Har hevur hann koyrt hýruvogn og arbeitt sum handverkari.
Rúna arbeiddi í Blómuni í Runavík, og síðan tey fluttu niður, hevur hon arbeitt sum laborantur. Tey áttu egin hús á Glyvrum.
Dagurin verður hildin fyri innbodnum.
Teimum verður ynskt hjartaliga tillukku við degnum.
Hansemann & Co.










