Fjepparnir hjá FC Barcelona og Manchester United streyma til italska høvuðsstaðin. Bara ígjár møtti undirritaði sjey United-fjepparum úr Írlandi og Onglandi, sum ikki høvdu atgongumerki til dystin, men kortini hava gjørt ta longu ferðina í vónini um, at tað fer at eydnast at fáa eitt atgongumerki.
Myndugleikarnir vænta, at 65.000-70.000 fjepparar koma til Rom. Og nú binda italsku myndugleikarnir um heilan fingur, fyri at tryggja, at friður valdar í samband við dystin.
Søla av alkoholi í økinum rundan um olympiska leikvøllin, fer ikki at vera loyvd millum klokkan 17 í dag, og til klokkan 6 hósmorgun. Løgreglan stríðist eisini við fólk, sum selja følsk atgongumerki til tey umleið 5.000 viðhaldsfólkini, sum ikki hava fingið atgongumerki enn.
Løgreglan hevur boðað frá, at hon hevur konfiskera fleiri følsk atgongumerki. Talsmaðurin hjá rómversku myndugleikunum, Giuseppe Pecoraro er komin við boðunum, at øll atgongumerki til dystin eru seld, og at tað tí ikki nyttar at ganga og leita eftir atgongumerkjum.
Atgongumerkini eru talgild. Tá ein kemur til olympiska leikvøllin, skal ein vísa passið, tí øll atgongumerkini eru innlisin í passnummarinum hjá teimum einstøku áskoðarunum.
Men ikki allir Barca og United-fjepparar eru nú væl kunnaðir um hetta enn, og ganga tí í vónini, um at kunna keypa eitt atgongumerki til dystin, sum byrjar klokkan 20.45 í annaðkvøld.










