Sum annar av umboðum javnaðarfloksins í vinnunevndini skal eg í høvuðsheitum halda meg til grein 5: Fiskivinna, sum eisini fevnir um sjóvinnumál og til grein 6: Vinnumál. Samlaða uppskotna játtanin til hesa greinina er slakar 209 mió. kr.
Vinnumálini fevna um umhvørvi og orku, ráevnisvinnu, landbúnað, aling, handil og vinnu annars, samferðslu og samskifti og arbeiðsmarknað. Á fíggjarlógaruppskotinum mælir landsstýrið til at játta slakar 240 mió. kr. til hesi málini. Av tí at samskiftismálini, sum nakað nýtt, nú eru løgd saman við vinnumálunum, ber ikki so væl til at sammeta uppskotnu játtanina til játtanina í verandi fíggjarári ella í undanfarna ári.
Á grein 5 síggja vit at landsstýrið hevur skotið upp at skerja játtanina til inntøkutrygd hjá fiskimonnum. Sambært roknskapinum fyri 1997 var nýtslan 71,1 mió. kr. í fjør og í verandi ári eru játtaðar 75 mió. kr. Á uppskotinum fyri 1999 verður mælt til bert at seta 50 miói. av til inntøkutrygd og tað eru vit í javnaðarflokkinum alt annað enn fegin um.
Viðmerkingarnar til rakstrarstaðið siga onki um, hvat orsøkin er til, at inntøkutrygdin hjá fiskimonnum verður skerd við einum heilum triðingi. Er orsøkin ein øðrvísi meting av tørvinum í 1999 ella ætlar landsstýrið at broyta lógargrundarlagið, sum ávikavist er lóg um minstuløn, dagstudning og minstaforvinning og lóg um mánaðarligan minstaforvinning til útróðrarmenn? Eg vóni at fíggjarnevndin hyggur nærri at hesi játtan, við tí fyri eyga, at inntøkutrygdin hjá fiskimonnum ikki verður enn verri í ár enn í fjør.
Tá vit hyggja at játtanini til sjúkratrygd hjá fiskimonnum, kunnu vit somuleiðis staðfesta, at tann játtanin eisini verður skerd. Landsstýrið mælir til at játta 6 mió. kr. til nevnda endamál. Í fíggjarárinum 1998 er játtanin til sjúkratrygd 8 mió. kr. og hyggja vit at roknskapartølunum fyri 1997, so síggja vit, at samlaða nýtslan í fjør var meira enn 8,6 mió. kr. Hetta er tí eisini eitt mál, sum fíggjarnevndin eigur at hyggja nærri at, nú fíggjarlógaruppskotið verður beint í nevndina til víðari viðgerð.
Av øðrum játtanum til fiskivinnuna kann eg nevna varðveitan av fjølbroyttum flota. Her verður skotið upp at hækka játtanina munandi. Í 1997 var nýtslan góðar 1,5 mió. kr. Í verandi fíggjarári eru 3 mió. kr. játtaðar til hetta endamál. Men á uppskotinum fyri 1999 mælir landsstýrið til at játta 8 mió. kr. At føroyska vinnulívið, og eisini okkara høvuðsvinna, er alt ov einstáttað, er tíverri ein veruleiki. Tí er tað at fegnast um at meiri peningur verður játtaður til tess at varðveita ein fjølbroyttan flota.
Undir grein 5 hava vit eisini eina játtan til fiskivinnumenning á landi. Eftir uppskotinum hjá landsstýrinum verður stuðulin øktur við 5 mió. kr. komandi ár. Landsstýrið mælir til at seta 17 mió. kr. av til endamálið. Í verandi fíggjárari er játtanin til fiskivinnumenning á landi 12 mió. kr. Roknskapartølini fyri 1997 vísa, at í fjør var nýtslan á hesum rakstrarstað slakar 4,9 mió. kr. Sammett við nýtsluna í fjør er talan um eina nógv økta játtan. Eg taki undir við og fegnist um, at landsstýrið er sinnað at játta meira til hetta endamálið, soleiðis at vit vónandi fáa meira burtur úr okkara rávøru.
Undir grein 6: vinnumál verður skotið upp framhaldandi at veita stuðul til umhvørvisverndartiltøk og til reinsan av spillolju. Talan er um ávikavist 1,2 mió. og 2,3 mió. kr. Báðar játtaninar eru óbroyttar í mun til verandi fíggjarár og framskrivingarnar benda á, at landsstýrið eisini tey komandi árini ætlar at mæla til somu játtan. Hetta er skilagott, men spurningurin er, um tørvurin á peningi til hesi endamál ikki gerst størri um so verður, at ein føroysk oljuvinna gerst veruleiki.
Annars havi eg bitið merki í, at nettojáttanin til ráevnisvinnuna er óbroytt, at landbúnaðarstudningurin somuleiðis er óbroyttur og at játtanin til havbúnaðarroyndir eisini verður óbroytt. Til havbúnaðarroyndir verður skotið upp at játta 14,6 mió. kr. Hetta er tað sama sum í 1998. Hyggja vit at roknskapar-tølunum fyri 1997, síggja vit, at nýtslan í fjør bert var 1,4 miói. kr. Sæð í mun til nýtsluna í 1997, er talan um ein stóran vøkstur, men hetta er eitt sera áhugavert og týdningarmikið øki, sum vit eiga at játta pening til.
Undir játtanini til nýggjar landsvegir havi eg staðfest, at landsstýrið mælir til, at 4,3 mió. kr. verða játtaðar til vegstrekkið millum Skálabotn og Gøtueið. Árini frammanundan hevur verið arbeitt við at breiðka og gera vegin millum fjarðar av nýggjum. Arbeiðið úr Skálafirði á Gøtueið er eitt framhald av vegagerðini millum Fjarða. Tá hetta strekkið er gjørt, hava vit ein góðan veg úr Havn, líka til Gøturnar, Leirvíkar og til Fuglafirðar. Játtanin í verandi fíggjarári er 4,3 mió. kr. og sama upphædd er skotin upp til næsta ár.
Til fast samband um Vestmannasund mælir landsstýrið til at játta 20 mió. kr. í 1999. Í 1997 var játtanin 10 mió. og í 1998 vórðu 10,3 mió. kr. játtaðar. Tey undanfarnu árini varð peningurin settur í grunn. Nú verður skotið upp at nýta játtanina til keyp av parta-, lutabrøvum o.a. Um hetta er tann rætti vegurin at ganga, skal eg ikki taka støðu til nú. Men eg taki av fullum huga undir við, at vit nú fara undir at gera fasta sambandið um Vestmannasund.
Á almannaøkinum má eg harmast um, at tølini á fíggjarlógaruppskotinum hjá landsstýrinum onga ábending geva um, at landsstýrið fer at leggja uppskot fram á ting um at hækka tær sosialu pensiónirnar. Eg hugsi um fólkapensiónina, avlamispensiónina, einkjupensiónina og aðrar almannaveitingar. Tær sosialu pensiónirnar í Føroyum eru afturútsigldar. Vit eru eftirbátur á hesum øki. Tað vita øll. Spurningurin er, um vit hava vilja at gera nakað við málið.
Í seinastu tingsetu legði táverandi landsstýrismaðurin í almannamálum, Kristian Magnussen, fram uppskot um javning av almannaveitingum, og minnist eg rætt, vildi tað uppskotið, um tað varð samtykt, økt veitingarnar 22 til 23 mió. um árið. Í uppskotinum um sosialar pensiónir var talan um einar 6 til 7 mió. kr. Samanlagt er talan sostatt um nærum 30 mió. kr. Men orsakað av løgtingsvalinum duttu hesi bæði málini burtur.
Vit eiga at seta okkum fyri, at allar tær sosialu pensiónirnar verða hækkaðar, og samstundis eiga vit at menna arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin,soleiðis at gjaldið úr samhaldsfasta um ikki so nógv ár, verður á sama støði sum grundupphæddin í fólkapensiónini og tað vil siga umleið 3.500 kr. um mánaðan. Vit hava skyldu at tryggja teimum gomlu í Føroyum sømulig kor. Alt annað er skomm og vanæra fyri føroyska samfelagið.
Vit kunnu ikki loyva okkum at tosa um fullveldi, suorenan stat og føroyska grundlóg, samstundis sum vit ikki kunnu bjóða tí eldra ættarliðnum av føroyingum sømulig kor á ellisárum. Skulu vit raðfesta og velja ímillum fullveldið og trygg ellisár í Føroyum, so eiga vit at raðfesta trygdina á ellisárum og trygdina hjá teimum sjúku og veiku í samfelagnum framum.
Eg skal enda vit at siga, at eg annars taki undir við tí, sum framsøgumaður javnaðarfloksing og hini umboðini fyri flokkin hava ført fram undir umrøðuni av fíggjarlógaruppskotinum fyri 1999. Eg mæli til at uppskotið verður beint í fíggjarnevndina til víðari viðgerð og eg veit at umboð javnaðarfloksins vil geva málinum eina góða og sakliga viðgerð.
Dan R. Petersen,
tingmaður