Nýggjasta modellið hjá SsangYong á føroyska marknaðinum er Kyron, ið er ein sonevndur SUV (Sport Utility Vehicle) við fimm sitiplássum og sera liðiligari innrætting. Gjøgnumførdi kvaliteturin í kabinuni er týðuliga merktur av samstarvinum við Mercedes-Benz.
Motorurin er ein 2,0 litur Xdi turbodiesel við commonrail innspræning og intercooler og 141 hk. Tað serliga við hesum motorinum er, at hann er ljóðar næstan sum ein bensinmotorur og kraftar sera væl. Automatiski girkassin er ein 5-trins T-Tronic frá Mercedes-Benz. Bilurin er ein 4x4, ið verður drivin av øllum fýra hjólunum. Kann eisini fáast sum 4x2 til tey ið ynskja tað.
Kyron hevur so gott sum alla trygdarútgerð sum standard sum t.d. ESP (Electric Stability Program), ARP (Active Rollover Protection), EBD (Electric Brake Distribution), HDC (Hill Descent Control), dupult airbag og gardinairbag.
Eisini hava teir klimaanlegg, fjarstýrt sentrallás, startsperru, el-síðuspegl við hita, hita í forrútinum eins og í bakrútinum, hita í forsetrunum og el-rútavindarar.
Av eykaútstýri kann nevnast: sóltak, parkeringssensorar, cruise control, leðurróður við multifunktiónsknøttum til stýring av radio og fløguspælara.










