Longu mikudagin varð farið undir at taka laksin úr ringunum hjá Funningslaks uttast í Funningsfirði. Hósmorgunin løgdu menn til brots longu klokkan fýra við at tøma tann eina ringin.
Laksurin verður førdur til Oyndarfjørð, sum er ILA rakt øki. Avtala er fingin í lag við Vestlax, sum tekur sær av laksinum. Fyri stuttum var alibrúkið í Oyndarfirði rakt av ILA, og tað er tí tilbúgvið at taka ímóti sjúka laksinum. Sjúki laksurin verður tikin av brunnbáti, ið siglir ímillum Funningsfjørð og Oyndarfjørð. Laksurin verður tikin úr brunninum, men sjógvur skal ikki flytast millum økini, og tí verður brunnurin ikki tømdur.
Rýmir til Eiðis
Funningsfjørður er nú stongdur fyri allari ferðslu fyri at forða fyri, at ILA breiðir seg til onnur alibrúk, men tað vísir seg at vera torført at hava tamarhald á sjúkuni. Myndugleikarnir eru tí ógvuliga ræddir um sjúkan skal breiða seg um allar geilar í Føroyum.
Útróðrarmaðurin Erling Hansen eigur ein AWI 27 útróðrarbát, sum liggur í Funningsfirði. Hann hevur fingið boð frá landsdjóralæknanum um, at skal hann út við bátinum, má hann fyrst sóttreinsast. Hann kann heldur ikki taka fiskin upp í Funningfirði, sum hann annars plagar.
Nú verður hann noyddur at fara til Eiðis, har hann roynir at fáa pláss fyri bátinum. Erling sigur, at hetta kemur ógvuliga illa við hjá honum sum útróðrarmanni, men hann sigur í sama viðfangi, at ikki eru tað nógvir útróðrarmenn av hansara slagi í bygdini, og tí rakar tað ikki so hart.
Erling hevur fingið útgerð at sóttreinsa bátin við, og tí kann hann halda leiðina út av fjørðinum, sum nú er raktur av ILA, men hann kemur kanska ikki aftur í bræði. Hann ásannar, at einki annað er at gera enn at lýða tey harraboð, ið hann fær.
Óttast ILA
At myndugleikarnir eru ræddir fyri sjúkuni, sum seinastu mánaðirnar hevur gjørt innrás í Føroyum, sæst týðuliga í teimum plássum, har sjúkan er staðfest ella illgruni er um tað.
Í Funningsfirði er ein partur av bryggjuni avbyrgdur, og har stendur útgerð til sóttreinsan. Eisini fóru menn beinanvegin til verka við at tøma ringin, sum skal hava ILA, tá illgrunin stóðst.
Fólk í føroysku og norsku vinnuni hava víst á, at myndugleikarnir gera ov nógv av, tá ILA skal basast. Víst verður í hesum sambandi á, at ILA er ikki eitt vandamikið virus, og tað er nakað, vit eiga at læra okkum at liva við.
Hetta taka myndugleikarnir eftir øllum at døma ikki til eftirtektar, men gera alt fyri at beina ILA-virusið burtur úr Føroyum. Hendingarnar seinastu vikurnar í Eysturoynni benda ikki á, at tað fer at eydnast teimum.









