Úr Miðvági til Mallorka

ónhild Lindenskov Magnussen, sum gongur í framhaldsdeildini á skúlanum á Giljanesi, er í hesum døgum í starvsvenjing á Mallorka

Starvsvenjing

 

Nú 10. flokkur á skúlanum á Giljanesi er í starvsvenjing, er Jónhild Lindenskov Magnussen í Miðvági farin av landinum at gera sær royndir í starvsvenjingartíðini, sum varar 15. september til 26. september.

Jónhild er nevniliga farin niður til Mallorka at starvast í handlinum Kera, sum fastur hennara, Marit Holm Petersen, eigur saman við Vivian Slyne.

Fyri ungu miðvágsgentuna, dóttir Nepolion Magnussen, borgarstjóra, sum um mammuna Sólbjørg Lindenskov Magnussen eisini hevur røtur í Nólsoy, er starvsvenjingartíðin á Mallorka øðrvísi, sera spennandi og áhugaverd.

Handilin Kera selur merkjavørur sum Dream by Isabell Kristensen, by Petrine L og Copenhagen

Chasba, sum øll eru skandinavisk merki.

Í handlinum fáast eisini klæðir og smykkur hjá Guðrun og Guðrun, Maluni á Lofti, Tórgerð Suðuroy og Barbaru í Gongini.

Hesin fyrsti Kerawoman handilin læt upp í Palma á Mallorca í vár, og ætlandi letur hin næsti handilin upp í november í Palma á Mallorca.

Hin triði Kera-handilin letur sambært ætlanini upp í Barcelona í byrjanini av 2009.

Sum skilst av Mallorka koma fólk úr ymsum

ættum í handilin Kera at keypa.