Rýmdi fangin: Enn ikki funnin

Løgreglan veit lítið at siga um støðuna við tí rýmda fanganum í kvøld, tí enn er maðurin ikki funnin. 

 

 

Tað var um 17.00 mundið í dag, at ein fangi rýmdi úr varðhaldinum í Mjørkadali. Ein hending, sum sjáldan hevur sæð sín líka í Føroyum. 

 

 

Les eisini: Løgreglan leitar í mjørkanum: Fangi rýmdur úr fongslinum í Mjørkadali  

 

 

Síðani hava hundar og løgreglufólk leitað eftir rýmda fanganum, men enn er hann ikki funnin. Løgreglan hevði spor at ganga eitt tíðarskeið, men sum skilst hevur tað kortini ikki borið á mál enn. 

 

 

Løgreglan er tó enn úti og leitar, men mjørkin darvar ivaleyst kanningararbeiðnum - serliga uppi í hæddunum. 

 

 

In.fo fylgir málinum.