Rúmd  væleydnað tiltak í Miðlahúsinum

25. februar var eitt frálíka gott tiltak í Miðlahúsinum frá dagdeildini Varðanum á Psykiatriska deplinum, sum Oddfríður Rasmussen, Ole Wich og Sámal Blak stóðu fyri.
Ikki alt var bara til eyguni, har var eisini mangt gott til oyruni, við sera góðum tónleiki, sum Sanne Storm og Heri Kragesteen stóðu fyri. Og afturvið vóru smákøkur og kaffi at fáa.
Framsýningin verður at síggja frá 25. februar til og við 11. mars

Frans Galán

Rúmd
Tey valdu at nevna hesa framsýningina Rúmd, tí hetta orðið inniber eina stóra heild. Eitt nú tann mentala rúmdin, tað mentala rúmið, ella tann óavmarkaða rúmdin, greiddi Oddfríður Rasmussen, ein av fyriskiparanum, frá.
Oddfríður Rasmussen hevur eisini verið við til tekstarbeiðið.
Har hevur verið arbeitt við sangum og yrkingum.
Myndlistin
Ole Wich, Sámal Blak og Odd­fríður Rasmussen vóru við til at fyriskipa listina við teimum frá tí Psykiatriska Deplinum (Dagdeildin Vardin), vid brotamyndum, kolasjum og leiri. Her sluppu tey sinnisveiku at útrykkja seg við list, ið var fantastiska vøkur.
Tey hava arbeitt við myndlist, tekstarbeiði og tónleiki í 14 dagar. Endamálið var at seta fokus á tey skapandi evnuni hjá búðfólkunum á dagdeildini Varðanum.
Nógv ung at síggja
Á framsýningini var nógvur ungdómur at síggja í aldrinum 14  17 ár.
Og tað dámdi okkum sera væl at síggja, tí tað er ikki altíð, at ungdómurin er áhugaður í slíkum tiltøkum.

Brot úr taluni hjá Oddfríði Rasmussen
 Tað hevur víst seg, at tey í nógvun førum hava tað soleiðis, sum tað stendur í eini yrking, sum eg havi her við mær. Ein fluga, sum er stongd inni ímillum vindeygað og gardinurnar og sleppur ikki út. Ella snigilin, ið er fastur í einari glaskrukku. Tað, sum Sanne, Heri, Ole, Sámal og eg hava gjørt er, at vit hava latið vindeygað upp og glaskrukkuna við, so at teirra úttrykk er komið fyri seg.

Tónleikurin
Sanne Storm og Heri Kragesteen hava arbeitt við teimum tón­lista­ligu evnunum.
Tá eyguni høvdu fingið sítt, vóru tað oyruni, sum skuldu sleppa framat.
Har vórðu spæld egin løg, ið vóru sera góð. Tad var sera góður popp tónleikur, m.a. Crazy, sum Áki Zachariassen hevur yrkt og Beautiful hjá Mirjam Nattestad. Har varð tosað aftur og fram um, at Mirjam kundi verið tann komandi Eivør Pálsdóttir.
Tónleikararnir vóru
Sanne Storm
Heri Kragesteen
Gunnar Vestergaard
Áki Zachariassen
Mirjam Nattestad
Sofus Høj
Ingi Jacobsen
Ása Súnadóttir

Fult hús
Tá ið framsýningin læt upp niðri á Miðlahúsinum, varð fult hús, og har var mangt at síggja. Og har bar eisini til at fáa sær ein køkubita og ein kaffimunn aftur við hesum væleydnaða tiltakinum.