Rýma úr Runavík

Fiskivinnustevnan, Fish Fair, verður komandi ár hildin í Havn. -Eg ivist ikki í, at dygdin á stevnuni fer at økjast munandi, nú vit kunnu savna hana undir einum taki. Ein trupulleiki í Runavík var, at vit máttu ansa eftir veðrinum, tí stórur partur av stevnuni var hildin í teltum, men hesum sleppa vit undan at hugsa um nú, sigur Dánjal Petur Hansen, fyrireikari av Fish Fair

Fiskivinnustevnan, North Atlantic Fish Fair, skiftir ham. Fyrireikararnir av stevnuni hava gjørt av at flyta stevnuna úr Runavík til Havnar. Seinastu árini hevur fiskivinnustevnan verið hildin í Runavík, men í 2005 verður stevnan fyri fyrstu ferð hildin í Havn.
- Orsøkin til, at vit hava valt at flyta stevnuna eru fleiri. Tað gjørdist avgerandi, at Norrøna brádliga ikki varð tøk, tí hon hevur havt stóran týdning fyri stevnuna. Tað er heldur einki dulsmál, at vit eru ómetaliga fegnir um at hava fingið møguleikan at nýta stóru høllina á Sandvíkarhjalla til stevnuna, og hesin møguleiki spældi sjálvsagt eisini inn, sigur Dánjal Petur Hansen, ein av fyriskiparunum av fiskivinnustevnuni, Fish Fair.

Størsta høllin
-Skalt tú skipa fyri eini stórari stevnu í Havn, slepst valla uttan Mohrarnar, og tað sluppu vit heldur ikki hesaferð, sigur Dánjal Petur skemtandi.
Fish Fair verður komandi ár hildin í stásiligu høllini hjá Poul Mohr á Sandvíkarhjalla. Høllin á Sandvíkarhjalla er størsta høllin í Føroyum, og hon fevnir um 5000 m2. Fyrireikararnir vænta, at høllin kann húsa meginpartin tiltøkunum í samband við stevnuna.
-Fyrimunirnir við at hava stevnuna á Sandvíkarhjalla er, at staðið er eitt sonevnt knútapunkt. Fólk, sum koma av flogvøllinum og úr Eysturoynni hava stuttan veg, eins og fólk úr Havnini hava tað. Parkeringsviðurskiftini eru eisini framúr á Sandvíkarhjalla, greiðir Dánjal Petur frá.

Gott samstarv
Spurdur, um Rúnavíkar kommuna hevur givið ilt av sær, eftir at tað er komið undan kavi, at Fish Fair flytir til Havnar, svarar Dánjal Petur, at teir hava ikki fingið nakað ilt orð við á leiðini.
-Vit hava havt eitt fyrimyndarligt samstarv við Runavíkar kommunu, og kommunan hevur gjørt alt fyri at fáa stevnuna so væleydnaða sum gjørligt, sigur Dánjal Petur Hansen

Stórur áhugi
2001 var fyrsta árið at skipað varð fyri Fish Fair í Føroyum. Fiskivinnustevnan er á øðrum hvørjum ári, og komandi ár verður stevnan hildin í døgunum 3-5 mai. Áhugin fyri stevnuni økist alsamt, og hagtøl boða frá, at bæði tali av luttakarum og básum er økt munandi frá stevnuni í 2001 til 2003.
Dánjal Petur Hansen sigur, at útlendski áhugin er nógv øktur, og fleiri útlendingar hava longu víst áhuga fyri stevnuni komandi ár. Hann leggur afturat, at fyrireikararnir til stevnuna í 2005 fara fyrst og fremst at leggja seg eftir dygdini á stevnuna heldur enn víddini.
-Við at hava allar neyðugu karmarnar í lagi, fáa vit økt um dygdina. Eg ivist ikki í, at dygdin á stevnuni fer at økjast munandi, nú vit kunnu savnað hana undir einum taki. Ein trupulleiki í Runavík var, at vit máttu ansa eftir veðrinum, tí stórur partur av stevnuni var hildin í teltum, men hesum sleppa vit undan at hugsa um nú, sigur Dánjal Petur Hansen at enda.