Rýma frá bensinrokning

Tað er sjálvavgreiðsla at fylla bensin ella diesel á bilin, og so skalt tú beint eftir inn i handilin at gjalda.

Men tað eru tey, sum fylla á og so bara koyra víðari.

Politiið sigur, at næstan hvønn dag og viðhvørt fleiri ferðir um dagin ringja bensinstøðir til politiið og spyrja, hvør eigur hendan ella handan bilin, sum er koyrdur frá rokningini.

- Vit vita ikki, um teir bilførararnir hava gloymt at goldið, ella teir hava roynt at sleppa undan at gjalda, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.

Ikki slepst undan teimum rokningunum, tí bensinstøðirnar hava vakmyndartól.

Politiið sigur, at bara bensinstøðirnar í Havn ringja um hendan trupulleikan. Orsøkin kann vera, at tey á bensinstøðunum úti um landið kenna betur bilarnar í økinum.