Fyri stuttum kom eysturríkarin Felix Baumgartner niður ígjøgnum luftina við 1.342 kilometra ferð um tíman, og nú sigur hann, at hetta var hansara seinasta lop.
Í gjár var Baumgartner í New York og tosaði við ST-aðalskrivaran, Ban Ki-moon, sum váttaði, at hann hevði sitið framman fyri sjónvarpinum og fylgt við tí seinasta lopinum hjá eysturríkaranum.
-Eg helt, at hjartað hjá mær fór at steðga, segði Ban Ki-moon, sum umrøddi Baumgartner sum tann djarvasta einstaklingin í heiminum. Teir báðir avtalaðu, at Baumgartner skal arbeiða saman við ST.