Róliga røddin við spennandi frásagnunum

Bert tíggju ára gamal skrivaði hann fyrsta handritið til eina útvarpssending. Men kortini var tað mest sum av tilvild, at Suni Merkistein skuldi gerast røddin, sum fyri nógvar lurtarar er sammerktur við tónleik, mentan og ítrótt

Útvarpsrødd
Jákup Mørkjakup@sosialurin.fo
Einki er at ivast í, at mest sum hvørt mansbarn í Føroyum ber kenslu á navnið, Suni Merkistein. Seinnu árini man hann hava staðfest seg sum ein hin mest fólksligi útvarpsmaðurin í landinum við sendingum, har frítíð og frítíðarítriv onkursvegna hava staðið í fokus. Sendingar, sum avgjørt eiga eina stóra lurtarafjøld, og sum uttan iva hava gjørt hann til eina trúgva gestarødd í mongum føroyskum heimum.
Gjørdi drama sum 10 ára gamal
Men at Suni soleiðis á hendan hátt skuldi gerast ein mest sum almennur persónur, tykist ikki vera nakað, sum soleiðis lá í kortunum. Og tó kanska kortini.
Longu sum 14 ára gamal var hann nevnliga fyrstu ferð partur av eini útvarpssending, og tað var enntá ein, sum hann sjálvur hevði stjórnað.
- Fyrstu ferð eg hevði eitt beinleiðis tilknýti til Útvarp Føroya, var við einum hoyrispæli, sum eg hevði í Barnaútvarpinum, greiðir Suni frá.
- Eg búði úti á Landavegnum beint við síðuna av Óla Kurt Hansen, og tá vóru nógv hoyrispøl at hoyra. Sjálvur dámdi mær væl Kim-bøkurnar, sum eg haldi vóru eini 25 í tali, og hevði so baksast við at dramatisera eina av hesum.
- Eg mundi vera eini 9-10 ár, tá eg hevði fingið eina skrivimaskinu í jólagávu. Eg royndi mítt besta at gera brúk av hesari, og skjótt hevði eg spurt Óla, um ein slík dramatisering var nakað, sum tey kundu brúkt.
- Ta ferðina kom tað so ikki upp á tal, men manningin í Útvarpinum skifti so líðandi, og eg gjørdi líka sum fleiri royndir, og at enda tóku tey meg so í álvara. Eg hevði valt mær »Kim og bankaránarnir« burturúr rúgvuni, og manuskriptið hevði eg jú liðugt. Sigmund Poulsen, sum um tað mundið var við til at gera fleiri hoyrispøl, hjálpti so til við at fínpussa tekstin.
- Alt endaði so við, at vit vóru fýra av Venjingarskúlanum, sum fóru oman á Bryggjubakka at spæla hoyrispælið inn. Eg skuldi sjálvandi hava høvuðsleiklutin sjálvur, og so vóru Páll Danielsen og beiggi hansara, Súni. Og so hevði Malan Thomsen leiklutin sum Katja.
Segði nei til ítróttatíðindi
Hetta var so fyrsta ferðin, at Suni veruliga hevði tilknýti at Útvarpinum. Eitt tilknýti, sum kanska kundi verið fastari, men tá í tíðini tók Útvarpið ikki starvs-næmingar inn úr fólkaskúlanum, og tí mátti ungi maðurin noyðast við plássum á Dimmalætting og Sosialinum.
Á Dimmalætting fall tað tó soleiðis út, at hann eisini eftir tær báðar vikurnar í starvsvenjing slapp at halda fram við einum talvteigi. Hetta slóðaði seinni fyri einum starvi sum hjálpari hjá Hanus Joensen, sum tá hevði talvteigarnar í Útvarpinum. Hanus búði í Kollafirði, og tað var ikki altíð so lætt at koyra eftir Oyggjarvegnum um veturin, og tí var oftani tørvur á hjálp.
Talvtímin var so ein uppgáva, sum hekk við í nøkur ár, og brádliga vóru so eisini boð eftir honum til ítróttartíðindini. Jógvan Arge hevði spurt seg fyri, hvørt hetta var nakað fyri hann, men at byrja við hevði talvmaðurin ikki nakran serligan hug til hetta.
- Eg segði nei fyrstu ferð, hann nevndi hetta. Hevði líka sum betri hug at vera á vøllunum og síggja dystirnar, heldur enn at skula sita uppi í Sortudíki, men tá hann so aftur spurdi meg í ?89, tók eg av.
- Mín leiklutur var so at vera akkerið á redaktiónini, meðan teir báðir, Magni og Jógvan, varpaðu út, og tað var sum so fínt. Hetta var so arbeiði, sum eg hevði um vikuskiftið, meðan eg annars arbeiddi í asfaltinum hjá kommununi.
- Hetta broyttist tó í 1990. Eg hevði sagt upp hjá kommununi, og gjørdi sum so einki, tá Útvarpið søkti eftir trimum programm-medarbeiðarum. Eg søkti starvið, men hevði ikki tær heilt stóru vónirnar. Eg havi jú ikki aðra útbúgving enn fólkaskúlan, og so hevði eg eisini givið til kennar, at eg ikki hevði hug at gera tíðindasendingar. Vildi heldur sleppa at gera nakað av tí, sum eg longu hevði gjørt, og so eisini gera okkurt við tónleik og mentan.
- Eg havi sum so ongantíð kent meg drignan at tíðindameldrinum. Hetta við at taka ting fram, sum eru áhugaverd júst nú, og so ikki meira. Hjá mær er tað meira nøkur grundleggjandi ting, sum eg havi áhuga fyri.
Fylgdi huginum
Og verður tosað um áhuga, so er einki at ivast í, at tað serliga eru ítróttur, tónleikur og so fólkslig mentan annars, sum Suni hevur áhuga fyri. Heima í stovuni eru hópin av bandaðum fótbóltsdystum, og bøkurnar og fløgur/plátur eru eisini heilt nógvar í tali.
- Tað var kanska fyrst og fremst ítróttin, sum eg slapp inn uppá, men tað kom so ymiskt annað afturat. Vikuskiftissendingarnar gjørdust skjótt fastur táttur, og spakuliga kom so eisini annað afturat. Mentanartátturin var so eitt av teimum, sum kom afturat, og eitt skifti var eisini ein, sum æt frítíð og ítriv.
- Í hesari bleiv tað nóg so nógv til tað, at eg portretteraði ymsar persónar innan tónleik og bókmentir.
Ein av hesum var Kári P., og Suni dylir ikki fyri, at tað er eitt av teimum projektunum, sum hann er fegnast um.
- Hann var nóg so trekur at fáa eina samrøðu við. Og hann hevur sjáldan gjørt nakað við at greiða frá, hvat innihaldið í skaldskapinum er. Men tá hann so at enda játtaði, so var tað eins og hann hevði sett sær fyri, at nú skuldi hann leggja kortini á borðið.
- Tað er absolutt eindømi við mínum arbeiði. Eg havi ongantíð arbeitt við einum, sum gjørdi so nógv við málið sjálvur. Áðrenn vit fóru ígongd samskiftu vit dúgliga um, hvussu hetta skuldi gerast, og tá hann so var í Føroyum, settu vit ein heilan dag av her heima hjá mær, soleiðis at vit kundu ganga alt ígjøgnum. Tað var ein ótrúliga spennandi at arbeiða við, men har vóru eisini aðrir. Hanus Andreasen og Jóannis Nielsen vóru eisini aðrir, sum eg havi verið fegin um at gjørt prát við.
- Hetta var líka sum eitt evni, sum eg veruliga brendi fyri, og tað sama kann eisini sigast um tónleikin, har eg royndi at gera líknandi sendingar, har sleppast kundi afturum fólkini, heldur enn bara lurta eftir tónleikinum.
Beatles var toppurin
Og her var tað, at Beatles-sendingarnar komu inn í myndina. Eitt hugskot, sum kanska hevði verið í umbúna leingi, sum á heysti í ?99 brádliga gjørdist veruleiki.
- Har er jú so nógv gjørt um the Beatles, men so fór eg at hugsa um, hvørt eg eisini kundi gera eina slíka. Eina sending, har tann føroyski vinkulin kom við. Páskotið til hetta kom so, tá tað fór at nærkast 30-ára degnum fyri, at bólkurin fór hvør til sítt. Hetta hugskotið fekk eg so eisini tey í Útvarpinum at taka undir við, og so fóru Pauli Magnussen og eg báðir til Liverpool eitt vikuskifti.
- Fram til tað seinasta royndi eg at fáa fatur á onkrum persóni, sum hevði staðið teimum nær, og at enda eydnaðist hetta eisini. Ikki minst takkað verið eini føroyskari konu í Liverpool, sum eg kom í samband við umvegis Sofus Poulsen.
- Og eitt av teimum seinastu kvøldunum undan fráferðini eydnaðist so at fáa avtalu við Colin Hampton, sum var trummuspælari stutt undan veruliga gjøgnumbrotinum.
- Hann varð so grundarlagið undan fyrstu sendingini, og annars brúkti eg so eisini onnur klipp við honum ígjøgnum hinar sendingarnar.
Hvussu umfatandi hesar sendingarnar vóru, hevði Suni tó ikki ánilsi fyri, tá arbeiðið at klippa og redigera byrjaði. Onkur hevði spurt, og tá var svarið einar tríggjar ella fýra. Tá samanum kom, so varð talið níggju sendingar um the Beatles, umframt ta við Hampton.
- Tað var kanska illa vurderað, men hinvegin løgdu vit hart út við fyrstu sendingini, og so riggaði ikki rættiliga at skrúva ferðina niður. Fyri mær bleiv arbeiðið so at gera søguna um Beatles, og tað eri eg sera fegin um. Ikki minst tí sjálv søgan er mest sum ævintýrakend. Eg trúgvi ikki, at tú á sama hátt kann gera eina sending um Madonnu ella Elton John. Har er jú so nógv uppií. Tíðarrákið, uppvøksturin hjá Lennon og McCartny, sum báðir vóru móðirloysingar og so sjálvandi tónleikurin. Tað er ein søga, sum ivaleyst hevði verið góð, líka mikið um teir høvdu fingið sítt gjøgnumbrot ella ikki.
- Og tað er púra víst, at tað er ein av sendingunum, sum eg havi verið fegnast um at gjørt. Eg fekk fullan uppbakning frá leiðsluni, soleiðis at eg fekk frið at gera hetta, og boðini vóru bara, at nú gera tit hetta heilt liðugt. Og satt at siga, so havi eg ongantíð fingið so nógvan respons upp á eina sending, so eg ímyndi mær, at tað onkursvegna hevur eydnast at sligið ígjøgnum við hesum sendingunum.
- Men tað er væl eisini so, at úrslitið er tengt at hugburðinum til uppgávuna. Gjørt tú nakað, sum tú veruliga brennir fyri, so verður úrslitið helst eisini hareftir, men júst av tí sama, so var tað eisini eitt slag av einum antiklimax, tá hetta var liðugt. Hugsaði við mær sjálvum, at eina slíka verkætlan slapp eg nokk ongan tíð at gera aftur. Og tað rokni eg framvegis ikki við. Eg dugi ikki at ímynda mær, at eg skal gera eina so umfatandi sending um ein annan bólk, og hartil er tað altíð vandamikið, um tú roynir at kopiera.
Tó so. Okkurt er í umbúna, fæst at vita, tá Suni so seinni leggur afturat, at hann hevur upptøkur liggjandi, sum skulu vera grundarlag fyri einari bakgrund um danska bólkin, Steppeulvene.
Fyrimyndin var BBC
Júst ta seinasta vikuna, so hevur tað annars verið fótbólturin og landsliðið, sum hevur upptikið Suna. Sum frásøgumaður seinnu árini hevur hann verið fastur fúsur við manslandsliðnum. Eitt arbeiði, sum byrjaði miðskeiðis í 90?unum.
- Eg byrjaði í føstum starvi júst um tað mundið, sum Føroyar komu á altjóða fótbóltspallin. Fyrsta uppgávan hjá mær var at gera eina upptakt til dystin móti Eysturríki, men tað var ongantíð so, at eg droymdi um at gerast útvarpsmaður. Ikki tí. Eg var ofta hugtikin av frásagnunum hjá Magna og Jógvan, og ikki minst dámdi mær at lurta eftir BBC Five, sum í Bryon Butler hevði ein framúr frásøgumann. Bæði tí hann hevði eina góða rødd, men eisini tí hann var ein framúr orðsnillingur. Við beinleiðis frásagnum kanst tú jú ikki hugsa alt ov nógv um orðini, men hjá honum var hetta púrasta náttúrligt. Tað er eisini hetta, sum er so spennandi við hesum. Tú skalt siga tingini, júst tá tey henda, og so skal tað sita.
- Hetta økið áttu Magni og Jógvan tó heilt, og tað var heldur eingin, sum droymdi um at skúgva teir til viks. Men tá Magni so gjørdist stjóri á Atlantic, skuldi okkurt henda. Fyrst var tað Tórður Mikkelsen, sum tók yvir, men knappliga einaferð fekk Jógvan forfall, og so varð heitt á meg. Eg gjørdi so av at royna, men samstundis gjørdi eg upp við meg sjálvan, at um eg ikki kom heilt skjótt á rætta lagið, so gavst eg.
- Tað mundi tó ganga á eini leið, og í ?96 var eg so fyrstu ferð til landsdyst, tá vit á heimavølli taptu 1-2 fyri Slovakia. Síðani havi eg við einum undantaki verið til allar dystirnar, og tað hevur givið mær nakrar ótrúligar upplivingar. Eg havi sum so ikki verið tann stóri ferðamaðurin, men í starvinum havi eg verið víða, so eg havi avgjørt fingið nakrar upplivingar, sum eg ikki hevði fingið annars. Eisini hóast tað oftast er avmarkað, hvat tú hevur stundir at síggja.
- Og so er tað eisini nakað serligt at ferðast við landsliðnum. Tað eru vit móti teimum stóru, og so hevur eisini verið gott samanhald á ferðunum. Tað er okkurt ævintýrligt við at ferðast til hesar stóru dystirnar, og tú verður bitin av tí. Til dømis hevur Jógvan nú verið við øll árini, og eg rokni ikki við, at hann sleppur tí fyribils. Onkur helt kanska, at hann fór at gevast, tá Uni ikki longur var har at skjóta málini, men tað ger ikki mun. Hann var jú eisini partur av hesum áðrenn tað.
- Og samstundis er tað eitt sindur løgið, at eg nú arbeiði saman við Jógvan. Eg havi altíð verið eitt sindur hugtikin av hesum við útvarpan, og har hevur Jógvan jú verið ein katalysator her í Føroyum. Onkursvegna hevur man altíð sæð upp til hann, og hesin hátturin at siga frá er jú nakað serligt. Ikki minst, tá sjónvarp og internet als ikki var til.
Hann sigur tað ikki sjálvur, men í dag munnu tey flestu nokk ásanna, at lærlingurin er vorðin vaksin. Ein frásøgumaður við sínnum egna samleika, sum uttan iva er vorðin eitt slag av fyrimynd hjá einum nýggjum ættarliði. Eitt ættarlið, har onkur kanska longu nú gongur við einum lítlum útvarpsmanni í búkinum. Og hvør veit. Kanska verður ein av hesum einaferð tann, sum stendur undir liðini á Suna Merkistein, tá frásagnir skulu sendast úr Rom ella London.
????

Fakta

Suni Merkistein
Føddur 10. mai 1965
Giftur Herborg Vilhelm, vanliga nevnd Lilla
Pápi at Janu (8 ár) og Bjørt (4 ár)