Rólant Vidtfeldt 50 ár

Í dag, 11. januar, fyllir vælkendi heimasandsmaðurin Rólant Vidtfeldt 50 ár.

Rólant er sonur Jóhan og Edith Vidtfeldt á Sandi.

Sum ungur fór Rólant í læru sum rørleggjari hjá Herman Winther í Skopun og fekk sveinabræv í 1975.

Sama ár giftist Rólant við Svanhild Lassen úr Klaksvík, og settu tey búgv heima á Sandi og fingu tey børnini Jóhan, Anniku og Annu Elisabeth.

Sama ári sum Rólant fekk sveinaprógv, stovnsetti hann egið rørleggjaravirki og fór eisini at fáast við oljufýrservice.

Í 1977 fekk hann sær handil innan VVS vinnuna, og í 1983 víðkaði hann handilin, sum í dag umfatar so at siga alt uttan matvørur. Í dag starvast eini 6 fólk hjá Rólanti.

Rólant hevur røkt rættuliga nógv ábyrgdarstørv eisini, millum annað røkti hann sjúkrabilatænastuna í Sandoynni, sum Bil hevði um hendur, í 8 ár.

Rólant er partaeigari í fyritøkunum Bil-& Maskinverkstaðurin og í Bil Sandoy.

Frítíðina hevur Rólant brúkt nógv innan Heimamissiónsarbeiðið, har hann í mong ár hevur sitið sum stýrislimur fyri Missiónshúsið á Sandi. Hann situr í dag í høvuðsstýrinum hjá Heimamissiónini.

Onnur álitisstørv hevur Rólant eisini, og kann nevnast, at Rólant í 1996 var valdur í umboðsráðið hjá Føroya Sparikassa og valdur í stýrið fyri Sparikassan í 2002.

Føðingardagin heldur Rólant heima, har opið hús verður.