Róland umbyggjast í Føroyum

Nýggjasta skipið hjá Bakkafrost - Róland - er á veg úr Hollandi til Føroyar

Tað verður eftir øllum at døma skipasmiðjan MEST, sum fer at umbyggja nýggjasta skipið hjá Bakkafrost, Róland.

 

Skipið er farið úr Hollandi og er á veg til Føroyar. Skipið er keypt við teimum treytum, at tað verður latið av seljarunum í Føroyum til Bakkafrost.

 

Bakkafrost hevur seinastu dagarnar verið í samráðingum við MEST um umbyggingina og Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, sigur, at alt bendir á, at tað verður MEST, sum fer at umbyggja og rigga skipið til.

 

-Teir góvu okkum eisini eitt tilboð um at umbyggja Martin, men tá høvdu vit nógvarn skund, so tað arbeiðið var gjørt í Noreg. Nú halda vit, at hetta best verður gjørt í Føroyum, leggur hann afturat.

 

MEST hevur latið ein part av útgerðini til Martin, so tey vita hvat skal til. Seinastu dagarnar hevur MEST gjørt nakrar broytingar umborð á Martin, men væntandi fer skipið aftur í vinnu seinni í vikuni.

 

-Tað er sjálvandi ein fyrimunur, at tað er MEST sum ger arbeiðið, tí tað verður eisini helst tey, sum fara at taka sær av viðlíkahaldinum av skipunum, sigur Regin Jacobsen.