TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við Rók Akralíð, sum skoraði tvey mál, tá hann og liðfelagarnir á føroyska manslandsliðnum í hondbólti taptu 18-29 (10-13) ímóti Italia í tí triðja og seinasta HM-undankappingardystinum í Bolzano í Norðuritalia.
Rókur Akralíð er vónbrotin um stóra tapið ímóti Italia, men greiðir frá, at teir satsaðu nógv uppá at verða sjey útispælarar í álopsstøðum, og tað blivu teir revsaðir fyri. Rókur Akralíð heldur tó, at fyrstu 25 minuttirnir vóru góðir av dystinum, har liðini fylgdust.
Rókur Akralíð heldur, at føroyska liðið má læra av mistøkunum, ið gjørd eru í hesari undankappingini. Rókur heldur tó, at í øllum trimum dystunum ímóti Italia, Ukraina og Rumenia hevur føroyska liðið havt góðar løtur.
GG: telefonljóðgóðskan á upptøkuni er ikki meir enn næstbest.