Tá ið MC Hár kom upp á pallin, eftir at tað var greitt, at teir høvdu vunnið fyrsta innleiðandi umfarið í Prixnum, legði andaligi leiðarin í bólkinum, Niels Uni Dam, stóra ábyrgd á annan sangaran, Rókur Jakobsen.
? Hann hevur gjørt MC Hár meira popputar, og tí hevði hann fingið skyldina, um vit taptu í kvøld. Nú hava vit vunnið, so vit mugu eisini geva honum skyldina fyri tað, segði Niels Uni við einum skálkabrosi.
Rókur kvitteraði við at siga, at hann er komin í finaluna, hvørja fer hann hevur verið við í Prixnum.
Í 1999 sang hann bæði í Diatribes og í Tangz, og báðir bólkarnir komu í finaluna. Tá valdi hann bert at syngja í Tangz í finaluni. Fyri tveimum árum síðani var Tangz aftur við og kom í finaluna. Nú stóð MC Hár fyri tørni.
? Tað er næstan ein heilgardering av hava meg við í bólkinum. Nei, eg havi bara verið so heppin, at eg havi spælt saman við góðum tónleikarum, og tí hevur úrslitið verið gott, sigur Rókur beskeðin.
Frá apu til hár
Rókur Jakobsen kom fram sum annar av sangarunum, sum sang um apuna Charlie. Tað var fyri nógvum árum síðani. Síðan trumlaði hann alt niður saman við Tangz, hann skeykaði og rockaði sum Turbo-Petur, áðrenn hann varð tikin av fótum av berum kærleiki í MC Hár.
Á ólavsøkukonsertini í 2001 spældi hann fyrstu ferð saman við tí óskikkiliga rockbólkinum, og í summar gjørdist hann ein meira fastur partur av bólkinum.
Men hóast Tangz ikki hevur spæl nógv seinastu tvey árini, er bólkurin ikki farin í søguna. Rókur rættaði eisini upp á Niels Una, tá ið hann kallaði hann fyrrverandi sangara í Tangz. Tað er hann ikki, hann er framvegis sangari í Tangz.
Poppur
Rókur helt ikki, at hann hevði eina serliga ábyrgd hvílandi á sær leygarkvøldið, hóast teir vilja vera við, at hann hevur gjørt MC Hár til ein meira popputan bólk.
? Eg eri ein poppari, og eg brenni veruliga fyri tí. Eg haldi, at tað hevur eydnast væl at drigið eitt sindur av poppi upp í tónleikin hjá MC Hár, og hinir tónleikararnir hava eisini dámt tað væl, sigur Rókur.
? Tað var ótrúliga deiligt at vinna, men tað var eisini ein bittur sigur. Eg eri keddur av, at ein bólkur sum Flux noyddist at fara úr kappingini, sigur Rókur.
Gott lag
Niels Uni Dam heldur, at popprákið í bólkinum ikki hevur verið so tilætlað.
? Rókur dugir ómetaliga væl at gera fangandi melodiir, og tað ger kanska, at tónleikurin kemur at ljóða meira popputur, heldur Niels Uni, sum hevur nógv rósandi orð at bera sangaranum í bólkinum.
? Rókur er eitt stórt talent. Hann er rættiliga komin við í bólkinum og er ein av teimum, sum hevur fingið stóran týdning fyri okkara tónleik.
Tróndur Bogason var høvuðsmaðurin, tá ið tað snúði seg um at gera tónleik í MC Hár, men síðani hann fór burtur úr bólkinum, hava hinir skulu fóta sær sum tónaskøld.
? Tað hevur eydnast væl, og tað er ein stór fragd at vera til venjingar og gera tónleik saman. Allir eru við í tí, og samstarvið er sera gott, sigur hann.
Svøríki dregur
Rókur Jakobsen var í fjør á tónleikaskúla í Svøríki, men í løtuni gongur hann á lærdum háskúla í Danmark, har samfelagsfrøði stendur á skránni. Hann hevur hálvtannað ár eftir fyri at fáa BA, og eftir tað kemur tónleikur vónandi at fylla meira.
? Eg kundi hugsað mær at gjørt meira við tónleikin aftur, og Svøríki dregur. Tað er eitt gott land at vera í, og hóast tú kallar teg tónleikari, so er tað eingin, sum hyggur undarliga upp á teg, sigur hann.
Men næsta stóra uppgávan hjá Róki verður í finaluni í Prix Føroyum, tá ið hann og hinir tónleikararnir í MC Hár skulu royna at føra kærleikan til enn ein sigur.









