Heykur og Falkur, sum hendan túrin eru á Bill Baily, koma væntandi inn at landa hósmorgunin. Í vikuskiftinum vóru teir umleið hálvfullir Ísfiskatrolararnir Rókur og Lerkur landaðu í Saltangará í gjár. Teir høvdu 266.000 pund, sum teir fingu eftir 10 døgum.
Umleið 10.000 pund av veiðini var longa, og 8.000 pund var toskur. Restin var upsi.
Rókur og Lerkur royndu eystanfyri.
Hósmorgunin koma Heykur og Falkur væntandi inn at landa.
Á landingarmiðstøðini hjá Beta siga tey, at skipini vóru umleið hálvfull farna vikuskifti, so væntandi fáa tey ein hampiligan túr.
Heykur og Falkur eru á Bill Baily banka hendan túrin.
Herfyri løgdu ísfiskatrolararnir Stelkur og Bakur tilsamans 200.000 pund upp í Saltangará og Jaspis og Ametyst, sum eisini vóru á Bill Baily banka, vóru inni við 250.000 pundum.
At kalla øll veiðan hjá partrolarunum er upsi.










