Rókur og Lerkur landa

Tveir ísfiskatrolarar og ein garnabátur hava landað í Saltangará í dag, og mánadagin koma Polarhav og Stjørnan aftur av túri. Partrolararnir Rókur og Lerkur landa umleið 180.000 pund av upsa í Saltangará í dag. Garnaskipið Oknin er eisini inni við 18.000 pundum av svartkalva.

Mánadagin koma Polarhav og Stjørnan inn at landa. Teir eru umleið hálvfullir av upsa.

Á landingarmiðstøðini Kongshavn vita tey at siga, at um middagsleitið mánadagin fara Polarhav og Stjørnan á beding á Skála, og tá skipini eru liðug á bedingini, verður farið á gulllaksaveiði.

Av seks skipum, sum plaga at veiða gulllaks í vertíðini, eru Eysturbúgvin og Vesturbúgvin nú á øðrum túri ? og Vestmenningur og Fram landa í løtuni fyrstu gulllaksalastina í Peter Head í Skotlandi.

Partrolararnir Bakur og Stelkur hava seinastu dagarnar verið á beding á Skála, har skipini eitt nú eru vaskað uttanborðs og málað.

- Ætlandi verða Bakur og Stelkur klárir at loysa aftur mánakvøldið, um alt gongur, sum ætlað, siga tey á landingarmiðstøðini Kongshavn.