Tá ið føroyska hondbóltslandandsliðið spældi móti Montenegro og Danmark í heyst, var tað við Róki Akralíð í einum týðandi leikluti. Undir ferðini kom tó eitt ivamál um hvussu fór at vera við hondbóltinum hjá kyndilsmanninum til komandi landsdystirnar. Beint undan dystininum móti Montenegro fekk Rókur Akralíð bjóðað starv á sjúkrahúsinum í Aarhus, har hann byrjaði í desember.
Har var eitt at gera hjá sterka strikuspælaranum, og tað var at finna sær eitt felag á leiðini, og tað lukkaðist at fáa eina avtalu í lag við HEI Skæring, ið spælir í næstfremstu donsku deildini, og heldur til í Skæring nærhendis Aarhus.
Rókur Akralíð hevur royndir úr hesari deildini, og tað var ein, ið hann kendi, sum spældi á júst sama plássi, ið greiddi frá at hann var givin í HEI Skæring, og so var eitt pláss opið til føroyska landsliðsleikaran..
Hann spældi sín fyrsta dyst í januar mánaði móti liðinum hjá Niklasi Simonsen, TM Tønder, og fekk eitt mál. Síðani eru tey vorðin fleiri.
Rókur Akralíð hevur spælt fleiri kappingarár í hesi deildini fyrr, og hann sigur seg líka skula venja seg við tað aftur.
-Eg leggi afturat fyri hvørja venjing og tað gongur væl, sigur strikuleikarin. Tað sæst eisini á máltalvuni, tí hann skjýtur støðugt mál. Í Kyndli var hann einamest nýttur sum verjuserfrøðingur, men í HEI spælir hann báðar vegir.
Hjá liðinum hevur tað eisini gingið væl seinastu tíðina. Liðið hevur verið partur av niðurflytingarstríðnum, men hevur fingið nakrar umráðandi sigrar, so at luft er komin ímillum.
Seinasti av hesum sigrunum var ímóti fyrrverandi liðfelaganum, Eiriki J. Simonsen, og Rókur Akralíð fekk trý mál.
Les eisini: Rókur Akralíð vann á Eiriki J. Simonsen
Lívið sum lækni kann vera tíðarkrevjandi, men føroyingurin fær framvegis tíðina til at spæla hondbólt. Hann hevur ikki havt vaktir, tí at hann hevur skrivað serritgerð, men tær fara at koma nú. Tær vera tilrættislagdar so at tíð verður at spæla og venja. Tað hongur saman við einum góðum vilja, greiðir Rókur Akralíð frá.
Góða byrjanin í HEJ Skæring, gevur eisini Róki Akralíð góðar vónir um framtíðina á landsdystinum. Í apríl verða tveir dystir móti Ukreina, og royndi landsliðsleikarin hevur lagt ætlanir um at hava frí frá arbeiði júst hesar dagarnar, flennir hann.
Les um støðuna hjá Róki Akralíð og hinum útisetunum í ÍtrottarSosialinum í dag