Rókur í Fremad

Tað er ikki víst, at Rókur av Fløtum Jespersen eisini verður partur av HB-liðnum í ár. Álopssinnaði miðvallarin hevur boðað leiðsluni í HB frá, at hann ætlandi fer til Danmarkar í lestrarørindum í ár. Og tað er væl hugsandi, at verandi prógvið skal supplerast í vár, og at hann tí verður noyddur at fara av landinum longu í vár. Fótbóltinum ætlar hann tó ikki at sleppa, og Vikublaðið skrivar nú, at Rókur hesa vikuna venur við Fremad Amager.