Verður kringvarpsgjaldið ikki hækkað, noyðist stovnurin helst at siga starvsfólki upp Kringvarpið hevur biðið mentamálaráðið um loyvi at hækka tað árliga kringvarpsgjaldið 200 krónur.
Jógvan Jespersen, kringvarpsstjóri, sigur við Dimmalætting, at skal stovnurin halda fram á verandi støði, má gjaldið upp. Stjórin sigur, at tey seinastu árini hevur Kringvarpið spart munandi, og at skal meiri sparast, eru bara starvsfólkalønirnar at fara eftir.
Kringvarpsstjórin vil tó ikki gera sær nakra niðurstøðu, fyrr enn hann hevur fingið svar frá mentamálaráðnum, og tað gær hann ætlandi í næstu viku.