Róku fimm tímar í jollu

- Veðrið á leiðini var einki serligt henda seinnapart, sigur løgreglan í Grønlandi.

 

Leygardagin róku fýra fólk - tveir menn og tvær kvinnur - í einar fimm tímar í einari jollu í Grønlandi, áðrenn tey vórðu tikin upp av einum skipi hjá Royal Arctic Lines. Løgreglan í Grønlandi upplýsir, at leiting varð sett í verk, tá tey høvdu fingið eina fráboðan um, at motorurin á jolluni, sum var á veg úr Kuummiut til Tasiilaq, varð steðgaður.

Arktisk Kommando hevði einki skip á leiðini, men tá manningin á skipinum hjá Royal Arctic Lines - Aqqluk Ittuk - hevði frætt um tey neyðstøddu, fór skipið úr Tasiiilaq og út at leita eftir teimum fýra fólkunum. Tað eydnaðist teimum eisini at finna jolluna og tey fýra fólkini, sum vórðu bjargað í øllum góðum.

- Tá høvdu tey rikið runt á havinum í umleið fimm tímar. Veðrið á leiðini var heldur einki serligt henda seinnapart. Tíbetur vóru øll lutfalsilig væl fyri, tá bjargingin kom, sigur vaktleiðarin hjá løgregluni í Grønlandi, Malik Sandgreen, við Sermitsiaq. Hann leggur aftrat, at øll fýra vórðu førd trygt heim til Tasiilaq.

##med2##