Jógvan Arge, býráðslimur í Havn
----------
Onki løgið er í tí, at ellis- og røktarheimini aftur eru á breddanum.
Í hesum umfarinum legði Hans Pauli Strøm fyri og vardi ætlanirnar um at byggja ellis- og røktarheim, sum eru aktuellar beint nú. Tær skula tryggja mestsum óhjálpnum fólkum virðiligt tilhald á heimum kring landið.
Taki undir við Hans Paula. Vit eru soleiðis fyri, at vit kunna ikki lata vera við at byggja tey røktarheimini, sum nú eru komin í stropa, meina vit nakað sum helst við, at okkara gomlu mugu hava eitt sømiligt lívskvøld.
Bergtóra Høgnadóttir og tjóðveldisflokkurin hava eisini verið frammi í sama máli. Har verður heldur meira hugsað um, hvussu hesi viðurskifti skula leggjast til rættis í framtíðini.
Víst verður á sjónarmið aðrastaðni um, at ellis- og røktarheim er ikki rætti formurin fyri eldrabústøðum o.s.fr. Eldraíbuðir av ymsum slag í samanhangandi byggingum verða nevndar sum betri loysn. Sjónarmiðið er áhugavert og eigur alla góða viðgerð uppiborna í framtíðarætlanunum á eldraøkinum.
Men tá mælt verður til at steðga teimum røktarheimsbyggingum, sum eru í umbúnað, so gleppur ketan av hjá mær. Í Havnar kommunu er ongin ivi um, at vit noyðast at útvega tey 64 plássini á røktarheimi, sum nú eru í eygsjón.
Fara vit nú at koppa runt eina ferð aftrat, so verður seinur dagur, áðrenn vit hava nakað at bjóða teimum sjeyti ella fleiri, sum standa á akuttum bíðilista til pláss á røktarheimi í kommununi.
Men vit eiga av øllum alvi at viðgera framrtíðarleistin, og tað fáa vit eisini skotbráð til nú.
Landsstýri og løgting eiga at skapa fjølbroyttari fíggingarmøguleikar enn tann einasta, sum er tøkur í dag við 700.000 krónum í studningi til kommunurnar fyri hvørt røktarheimspláss.
Um tað verður landið ella kommunurnar, sum fara at umsita økið, er brúkaranum eitt feitt. Honum nýtist tænastuna, antin hon kemur frá hesum ella hasum.
---










