Røktarheim ! Miðnámsskúli !

Jeanna í Lágabø & Sirið Stenberg
Vágur

Í kjalarvørrinum av tí, ið er frammi í fjølmiðlunum, og millum manna um avgerðina, sum Føroya Landstýrið hevur tikið at byggja røktarheim í Vági stinga nógvir spurningar seg upp, sum vit ikki meta eru nóg væl lystir.
Vit sóknast eftir um Føroya Landstýrið hevur nakran skipaðan eldra-politikk og hvørjar raðfestingar eru gjørdar á hesum øki?
Er tað ætlanin hjá Landsstýrinum at menningin á eldraøkinum, skal liggja í bara at byggja stovnar, ella hevur landsstýrið nakra ætlan um at víðka um tænasturnar til fólk ið búgva heima?
Í Eldraálitinum kemur klárt fram, at fólk ynskja at vera longst møguligt í egnum heimið, hetta kemur eisini fram, tá ið ein tosar við fólk um hvussu tey ynskja teirra ellisár skullu vera.
Á øðrum økjum innan heilsuøkið verður arbeitt meira og meira við at integrera fólk í samfelagið, ella sagt ørðvísi, við at fáa fólk at flyta út av stovnum, at betra stuðulsskipanir, arbeiðspláss dagtilboð o.s.fr.. Arbeitt verður framímóti smærri eindum tillagar tí einstaka. At byggja eitt stórt røktarheim er heilt í ansøgn við henda hugsunarhátt.
Og hvussu við tørvinum á einum røktarheiminum, er nøkur nágreinilig kanning gjørd av bráfeingis tørvinum av røktarheimsplássum í Suðuroynni? Nógv arbeiðspláss kunnu setast í verk, uttan at byggja stórar stovnar, bert viljin er til tess. Tað vit sóknast eftir er einum manglandi orðaskifti um hvat ætlanin er á eldraøkinum í Suðuroynni?
Fyri einum árið síðani var staðfest, at hjálpin til tey heimabúgvandi eldru/ tey hjálpartreingjandi bert kann játtast um fíggjarligu karmarnir eru tilstaðar, og ikki einans útfrá eini fakligari tørvsmetan hjá tí einstaka sum hevur hjálp-ina fyri neyðini.
Vit meta ikki at tað er samsvar ímillum hetta, og so at byggja eitt røktarheim í Vági fyri 35 milliónir.
Landsbúskaparliga er tað nógv dýrari at byggja og reka røktarheim, í mun til at hjálpa fólkið í egnum heimi, vardari íbúð ella á sambýli.
Um Landsstýrið veruliga vil hava fleiri almenn arbeiðspláss í Suðuroynni, hevði eitt uppskot verið at fingið ætlaðu døgnrøktarskipanina at virka, at útbygt økispsykiatriina so at hon fer at virka sbr. álit um økispsykiatri. Ætlaða økisterapiin er sum kunnugt heldur ikki sett í verk í Suðuroynni.
Hetta eru alt arbeiðspláss, sum í flestu førum kunnu verða røkt av fólkið við viðkomandi røktarfakligum førleika.
Ein spurningur er eisini sum onganstaðni er svaraður, hava allar arbeiðs-leysar kvinnur/menn í Suðuroyar sunnaru helvt hug, hegni og útbúgving til at starvast innan røktarøkið.
Okkum vitandi er arbeiðsloysið í økinum ikki størst ímillum starvsfólk innan heilsuøki, men serliga hjá teimum sum starvaðust innan fiskivinnuíðnaðin á landi.
Vit meta at tað er ein óvirðuligur framferðarháttur, sum verður brúktur, hetta at bert um vit fáa eitt røktarheim í Vági, so eru allir spurningar viðvíkjandi arbeiðsloysinum loystir. Tey eldru eiga at fáa tað hjálp, ið tey ynskja og tørva, og ikki at verða brúkt á henda hátt.
Hetta skal ikki skiljast so, at vit ikki meta at tað er tørvur á nøkrum røktarheimsplássum afturat í Suðuroynni, og sjálvandi skulu tey ið hava tørv á hesum fáa tað.
Tað vilja altíð verða umstøður, sum gera at eitt røktarheimspláss er einasta loysn.
Í Dimmalætting og í Úf 6/11 var frammi um verkætlanina "Lív okkara sum eldri". Her kemur týðuliga fram, at ikki bert hjá okkum, men eisini í norðanlondum ynskja fólk at vera longst møguligt í egnum heimi. Heimsheilsustovnurin WHO leggur eisini upp til hetta.
Somuleiðis stendur at lesa í Eldreálitinum frá 2002 at " tænastuveitingin av eldrarøkt eigur at byggja á ynski hjá eldri fólkið, at megna ein sjálvstøðuga tilveru, so leingi tað er gjørligt, fyrst í sínum egna heimið, ella í einum egnaðum heimið, og um neyðugt í egnaðum røktarbústaðið. Bert á tann hátt kunnu vit virka fyri heilsu og trivnaði hjá eldra ættarliðnum"
Og hvussu við Sambýlunum sum kommunurnar kring landið hava bygt, og framvegis arbeiða við?
Og hvør ber kostnaðin av einum røktarheimið í Vági, hetta er kanska ein tann størsti ósvaraði spurningurin í øllum málinum ?
Hvussu verður um eldra-økið verður lagt út á kommunurnar, fer Vágs Kommuna at klára at reka bæði røkt til heimabúgvandi, sambýlisbúfólk og røktarheim?
Ella verður hetta ein felags uppgáva fyri alla Suðuroynna?
Røktarheim og miðnáms-skúli kunnu ikki setast upp ímóti hvørjum øðrum.
Landsbúðskaparliga er tað ókiljandi í hesum krepputíðum at Landsstýrið ætlar at blaka milliónaupphæddir burtur sum eru goldnar bæði í lands og kommunuskatti við tí arbeiði ið longu er gjørt, og sum nú møguliga fer fyri skeytið um miðnámsskúlin verður fluttur.
Tað hevur eisini verið frammi at ein miðnámsskúli skapar ongi arbeiðs-pláss, hetta eru vit slett ikki samdar í. Skúlin er fyrst og fremst arbeiðsplássið hjá næmingunum í trý ár, har-afturat eitt fast arbeiðspláss hjá lærarum, vaskifólkið og øðrum. Eisini skapar sjálv byggingin av skúlanum líka nógv arbeiðspláss sum byggingin av einum røktarheimið.
Tað er onki, sum forðar fyri, at skúlin verður víðk-aður til eisini at fevna um aðrar útbúgvingar, bæði nú og seinni.
Eitthvørt framkomið samfelag eigur at raðfesta útbúgving sera høgt. Um vit kunnu skapa møguleikar fyri okkara ungu, at vera her ungdómsárini, er møguleikin eisini størri fyri, at tey koma aftur her at búgva.
Miðnámsskúlin kastar nógv av sær til Vágs Kommunu, bæði trivnaðar-liga, fíggjarliga, og socialt.
Í øðrum londum har ar-beitt hevur verið miðvíst við at fáa skúlar og útbúgvingarstovnar til, hevur hetta víst seg at hava ómetaligan týdning. Dømi um hetta eru Akureyri í Íslandi og Tromsø í Noregi, har útbúgvingarstovnar hava so at siga drigið aðrar stovnar til sín, hava økt um tilflyting og menningina í hesum økjum. Skullu vit hugsa um økismennig, er hetta ein góður møguleiki hjá Landsstýrinum at vísa í verkið, at teir ynskja at arbeiða við hesum.
Vónandi kunnu hesi orð seta nakrar hugsanir í gongd, og skapa karmar fyri einum kjaki og einari virðuligari støðutakan enn tað, sum vit uppliva fer fram í løtuni.