- Vit hava eitt ríkt vinnulív í kommununi við fjølbroyttum vinnuvirksemi, bæði í Gøtu og Leirvík, sigur borgarstjórin, Jóhan Christiansen. Inntøkurnar av persónsskatti hjá Eysturkommunu fara í ár at liggja um einar 56-57 miljónir krónur um mánaðirnir, sum eftir eru av hesum árinum, fara at vignast sum higartil í ár.
Borgarstjórin, Jóhan Christiansen, sigur, at stór sveiggj hinvegin eru í inntøkunum av partafelagsskatti, men hesin munar sjálvsagt eisini í kommunukassanum, tá hann kemur.
- Vit hava eitt ríkt vinnulív í kommununi við fjølbroyttum virksemi, bæði í Gøtu og Leirvík, og hesi arbeiðspláss saman við skiparakstri, ymiskum handverksídnaði og handilsvinnu eru við til at skapa vinnuligu karmarnar hjá fólkinum, sum so aftur gevur kommununi inntøkur til rakstur og íløgur.
Jóhan Christiansen sigur, at tá hugt verður eftir vinnuliga virkseminum í Gøtu, er tað serliga fiskavirkið, sum skapar nógv virksemi eins og pelagiski flotin, sum samtakið Vinnan rekur, hevur nógvar mans í starvi.
- Bæði í Gøtu og Leirvík hava vit eisini ymiskt handverks-og handilsvirksemi, sum alt tilsamans gevur fólkinum møguleikar og inntøkur, sigur hann.