Í ár koma yvir 60 ferðafólkaskip til Føroya

Í ár verða tað yvir 60 útlendsk ferðafólkaskip, sum fara at leggja at í Føroyum. Tað vísir eitt yvirlit hjá ymsum havnum, har ferðafólkaskip plaga at koma. Og hetta er uppi í tí mesta, sum nakrantíð hevur verið.

 

Eyðvitað koma nógv tey flestu til Havnar, men onkur einstøk leggja eisini at í Kollafirði. Tilsamans koma 60 ferðafólkaskip til Havnir í Tórshavnar Kommunu í ár, og so nógv skip hava bara verið í Havnini eina ferð fyrr. Tað var í 2015, tá ið 63 útlendsk ferðafólkaskip vóru í Havn.

 

Men síðani hava tað verið trý slak ár í Havnini, tí í 2016 vóru bara 39 ferðafólkaskip í Havn í 2017 vóru 48 skip og í fjør vóru 46 skip. Tað hevur verið ført fram, at tað var grindadrápið, sum stygdi tey burtur, men í ár hevur tað so aftur tikið dik á seg av álvara.

 

Tað fyrsta skipið í ár kemur longu 18. mars og tað síðsta kemur 27. okbtober. Og onkrar dagar verður trongligt, tí tað hendir seg nakrar ferðir, at tvey skip koma til Havnar sama dag og eina ferð, tann 5. august, hava trý skip boða frá, at tey koma til Tórshavnar Kommunu.

 

Eftir tí, sum fyriliggur nú, fær Klaksvík vitjan av trimum ferðafólkaskipum í summar og í heyst og eitt kemur til Runavíkar tíðliga í summar.