Ríkmaður fekk 14 ára fongsul

Fyri tveimum árum síðani var Huang Guangyu tann ríkasti maðurin í Kina. Í dag hevur hann verið í rættinum og fingið at vita, at hann skal sita tey næstu 14 árini í fongsli fyri svik og annað ólógligt virksemi.

Guangyu er maðurin aftan fyri handilsketuna Gome, sum er ein tann størsta í Kina, og í 2008 varð hann sagdur vera ríkasti maður í landinum. Tá varð sagt, at hann átti pengar og virði fyri einar 35 milliardir krónur.

Nú hann er dømdur í fongsul, hevur hann eisini fingið bót. Hon er oman fyri eina hálva milliard krónur, og harumframt hava myndugleikarnir lagt hald á ymisk virði hjá honum.