Skalt tú við Smyrli til Suðuroyar – ella kanska við Norrønu av landinum – so er tað ikki hissini skelti, ið tú skalt ganga fram við á Farstøðini í Havn. Ætlanin er helst, at tað skal standa “Bert ferðafólk” á skeltinum við trappurnar, har ferðafólkini skulu fyri at sleppa umborð á skipini, men onkur hevur tikið ein bókstav burtur, so at skeltið leggur upp til nakað heilt annað – spurningurin er bara, um fólk taka skelti í álvara...