Krill
IntraFish í Noregi hevur hugt at, hvørji feløg av teimum 11-12 í Noregi, sum søktu um loyvi at veiða krill í Suðuríshavinum, liggja best fyri at fáa tey fýra loyvini, sum skulu latast.
Hava fyrimunir
At veiða krill er ikki bara sum at siga tað, og tað gevur stórar fyrimunir, um tú hevur royndir og kunnleika til hesa veiði.
IntraFish ivast tí ikki í, at feløgini, Aker BioMarine, sum Kjeld Inge Røkke stendur aftanfyri og Ervik Marine Service hjá Jørgen Ervik, verða tung á vágskálini, tá norska fiskivinnuumsitingini fer at taka støðu seinni í hesum mánaðinum.
Hesi bæði feløgin hava royndarfiskað eftir krill í Suðuríshavinum.
Góðar vónir
Tey tvey royndarloyvini, sum norðmenn áður hava givið, verða nú tikin aftur, og í staðin verða fýra permanent loyvi latin.
Sambært IntraFish vónar Aker BioMarine at fáa tvey av hesum loyvum.
Í ársfrágreiðing felagsins er optimisma um, at felagið fer at fáa í minsta lagi eitt av loyvunum og kanska bæði tvey.
Aker hevur royndarfiskað eftir krill við skipinum Saga Sea, og nú heldur felagið, at “med bakgrunn i signaler fra norske fiskerimyndigheter er selskapet også optimistisk med hensyn på å få utstedt en ny permanent lisens for et nytt krillfartøy..”
Aker BioMarine hevur søkt um loyvi til tvey skip, Saga Sea og Atlantic Navigator, “som skal trekkes ut av fiske rundt Færøyene…”
Kortini ivi
At útmeldingarnar hjá norskum myndugleikum kortini eru eitt sindur óvissar, skilst eisini á ársfrágreiðingini hjá Aker BioMarine, tí norska felagið hevur eisini søkt argentinsku myndugleikarnar um loyvi at fiska krill í teirra sjógvi.
Í Noreg undra tey seg yvir, at myndugleikarnir bert vilja geva fýra loyvir í Suðuríshavinum, tá mett verður, at stovnurin av hesum smáu dýrum er rættiliga stórur. Men helst er orsøkin hon, at stjórnin vil vera varin, tá tað tilsamans eru 20 lond, sum saman umsita hetta ríkidømi.
IntraFish heldur eisini, at onnur viðurskifti tala fyri, at tað verða Aker BioMarine og Ervik Marine Service, sum fara at fáa loyvini. Fleiri av hinum umsøkjarunum eru feløg, sum eru undir stovnan og onnur, sum í løtuni eingi skip hava til hesa veiði.