Í heyst fekk norski ríkmaðurin Kjell Inge Røkke at vita, at hann kundi ikki standa skrásettur í teirri almennu fiskimannaskrásetingini, tí at hann brúkar so nógva tíð upp á annað enn fiskivinnu.
Røkke mótmælti avgerðini, og nú hevur fiskimálastýrið valt at lata hann sleppa at standa í skrásetingini sum fiskimaður.
Ein talsmaður fyri fiskimálastýrið sigur við norska sjónvarpið, at myndugleikarnir hava fingið nýggjar upplýsingar, sum vísa, at Kjell Inge Røkke kann standa skrásettur sum fiskimaður. Hann vil ikki siga, hvørjar upplýsingar talan er um.