Røkka fullveldinum á annan hátt

Málið er enn tað sama, men partur av Fólkaflokkinum vil skifta kós í fullveldismálinum, fyri at koma leiðina fram

Landsstýrið arbeiðir av øllum alvi við einum nýggjum uppleggi at leggja fyri donsku stjórnina á samráðingarfundinum 26. november.

Men stendur tað til stóran part av Fólkaflokkinum, verður hetta eitt upplegg, ið hevur møguleika fyri at fáa undirtøku, bæði frá donsku stjórnini og frá einum parti av føroysku andstøðuni.


Fáa fólkið við

Í røðu síni, tá Fólkatingið í seinastu viku varð sett, segði Óli Breckmann, at vit mugu finna eina góða avtalu, sum teir tríggir fjóðringarnir av føroyingum, sum ynskja víðkað sjálvstýri, taka undir við.

Eisini segði Óli Breckmann, at landsstýrið heilar tríggjar ferðir hevur samráðst við stjórnina við sama uppleggi uttan úrslit. Hetta heldur hann vera einaferð ov nógv.

Tí mælir Óli Breckmann til, at landsstýrið fer til Danmarkar at samráðast við einum uppleggi til ein sáttmála, ið gevur Føroyum fullveldi um nøkur ár. Hann mælir til, at landsstýrið arbeiðir við at fáa evsta vald til løgtingið á ein hátt, ið líkist sjálvstýrisuppskotinum hjá Javnaðarflokkinum.

? Síðani veldst bert um dirvið hjá landsstýrinum at fáa blokkin trappaðan so skjótt niður sum møguligt, so vit fáa fullveldi so skjótt sum møguligt, sigur Óli Breckmann..


Lukkað land

Sosialurin hevur biðið løgmann um viðmerkingar til hesa støðu, men hann vil einki annað siga, enn at landsstýrið arbeiðir væl og virðiliga við at fyrireika seg til samráðingarnar.

Heldur ikki Bjarni Djurholm ella Jørgen Niclassen, ið áður eru komnir við marknatum sjónarmiðum um fullveldisætlanina, vilja gera stórvegis viðmerkingar.

Bjarni Djurholm sigur , at hann varð skeivt endugivin í Sosialinum, tá tíðindi herfyri vórðu borðin um, at hann og Jørgen Niclassem hildu, at kósin í fullveldismálinum mátti leggjast um. Og hann leggur afturat, at Fólkaflokkurin er samdur um málið í fullveldisætlanini, men hann vil ikki siga, um flokkurin er samdur um, hvussu málið skal røkkast.

? Eg kann tó enn einaferð staðfesta tað, sum eg segði á ólavsøku. Fullveldisætlanin eigur at verða koppað á høvdið, sigur Bjrani Djurholm.

Jørgen Niclasen vísir eisini á røðuna, hann helt í sambandi við løgmansrøðuna á ólavsøku. Í røðuni sigur hann, at fullveldistokið má steðga á við millumstøðirnar, fyri at taka fólk við.

? Tí er tokið ikki fullsett ella í minsta lagi væl og virðiliga hálvsett, steðgar tokið og rutan verður niðurløgd.

? Vit í Fólkaflokkinum mugu gera okkum greitt, at longu á komandi samráðingarfundi mugu vit allir vísa vilja til at flyta okkum, leggur Jørgen Niclassen afturat.

Rúna Sivertsen og Jógvan á Lakjuni halda tó, at vit eiga at fáa fullveldismálið avgreitt sum skjótast.

Hvat tað er, sum Fólkaflokkurin vil broyta í fullveldismálinum, ber ikki til at fáa at vita. Men vit kunnu staðfesta, at ein partur av Fólkaflokkinum ynskir, at kósin í fullveldismálinum skal broytast, meðan ein annar tekur undir við kósini, sum hon er.