Rækjuvirkið á Oyri í somu vandastøðu

- Verða føroysku rækjuskipini løgd, so mugu vit eisini gevast við okkara framleiðslu, tí so hava vit onga rávøru, sigur stjórin á Rækjuvirkinum á Oyri. Framleiðslan hjá virkinum er bundin at føroyskum rækjufiskiskapi

Tað fær álvarsamar avleiðingar fyri Rækjuvirkið á Oyri, um føroysk rækjuskip verða løgd.


         - Vit keypa alla okkara rávøru frá føroyskum rækjuskipum, og tað er tað einasta, sum vit kunnu gera, tá vit flyta út til ES. Verða føroysku rækjuskipini løgd, ja, so mugu vit eisini gevast við okkara framleiðslu, sigur Sofus Poulsen, stjóri á virkinum.


         Høvuðsframleiðslan hjá Rækjuvirkinum eru pilkaðar rækjur, sum verða seldar til Bretlands. Rávøran kemur frá føroyskum skipum, og tá slepst undan serligum tolli á vøruni. Skal Rækjuvirki keypa rávøru úr útlandinum, so verður ein tollur upp á 20 prosent lagdur á tí lidnu vøruna, og tá hevur ongan kjans at kappast á bretska marknaðinum.


         - Tí er framleiðslan hjá teimum 80 fólkunum her á virkinum bundin at føroysku rækjuskipunum, sigur Sofus Poulsen.


 <?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>


Vánalig útlit


Prísurin á øllum sløgum av rækjum er lágur, og tá tað snýr seg um útflutningin hjá Rækjuvirkinum á Oyri, hava tey ongantíð áður fingið so lítið fyri vøruna.


         Hetta merkir, at virkið kann lata nógv minni fyri rávøruna frá skipunum.


         - Prísurin á okkara vøru fór niður í februar mánaði í fjør, og hann er ongantíð komin uppaftur. Talan er um eina niðurgongd upp á 15 prosent. Vit hava tó framleitt sum vanligt síðani, men tað er púra greit, at verða føroysku rækjuskipini løgd, so hava vit ongan møguleika at halda fram, sigur Sofus Poulsen.<o:p></o:p>


         - Vit høvdu vónað at prísurin fór at koma upp aftur um ársskiftið, men tað hevur ikki verið so, og útlit eru ikki fyri, at prísurin fer at hækka komandi mánaðirnar, sigur hann.<o:p></o:p>


         Tað arbeiða um 80 fólk á Rækjuvirkinum á Oyri.