Rækjuskipini fiska á páskum

Fiskiveiðieftirlitið veit at siga, at bæði Arctic Viking og Havborg vera til fiskiskap á páskum. Skipini eru norðan fyri í altjóða sjógvi. Tvey rækjuskip eru eftir í føroyska fiskiskipaflotanum, Arctic Viking og Havborg.

Fiskiveiðieftirlitið skrivar á síni heimasíðu, at bæði skipini eru til fiskiskap í sonevnda Loynikrókinum, og manningin kemur ikki heim at halda páskir.

Arctic Viking hevur bara roynt í eina viku og hevur umleið 80 tons. Havborg byrjaði fiskiskap hin 8 apríl og hevur umleið 190 tons.

Sagt verður, at fiskiskapurin hevur ligið um 10-20 tons um døgnið.