Rækjuflotin í Skagen minkaður við eini helvt

Í næstum fara danir undir eitt átak, sum skal fáa fólk at eta meira av rárækjum

Danmark

 

Rækjuflotin í Skagen er minkaður niður í eina helvt seinasta árið. Skipini, sum vóru átta í tali, eru nú bara fýra.

Dansk Fiskeritidende skrivar, at prísirnir á rárækjum eisini er fallandi, og tí er vinnan vorðin minni lønandi.

Ein onnur orsøk til minkandi rækjuflotan í Danmark, er eisini reguleringin av flotanum.

Blaðið skrivar, at í næstum fara danir undir eitt átak, sum hevur til endamáls at fáa fólk at eta meira av rárækjum.

Sum skilst, hava bæði svensk og norsk feløg stuðlað átakinum við peningi.