Rækjuflotin og pensionistarnir

   

Jóannes Jacobsen
???????????

Vatn til vín
Nýggja álitið frá nevndini, ið viðgjørdi støðuna hjá rækjuflotanum, nevnir, at bókhaldsvirkið KPMG hevur funnið fram til, at rækjuflotin útflutti samanlagt fyri 221 milliónir krónur í fjør. Og sambært útrokningum hjá KPMG og búskaparfrøðinginum Magna Laksáfoss tryggjaði hetta eitt høgt livistøðið fyri 1234 føroyingar sama ár, harímillum 300 pensionistar.
Men 221 milliónir í útflutningi er einki annað enn 221 milliónir í søluvirði. Og 221 milliónir er bara gott og væl eitt prosent av samlaða søluvirðinum av tí, sum varð framleitt í Føroyum í fjør, samstundis sum 1234 er meira enn 2,5 prosent av fólkatalinum í Føroyum. So fyri at júst hetta søluvirðið skal kunnu tryggja lívsgrundarlagið fyri meira enn 1200 føroyingar er neyðugt, at tað hevur eginleikar, sum annað søluvirðið ikki hevur.
Sambært KPMG og Magni Laksáfoss skapar søluvirðið hjá rækjuflotan-um eitt undur, næstan sum at gera vatn til vín. Hetta hendir á tann hátt, at alt virksemi í Føroyum stendst av avleiddum virksemi frá tí gjaldoyra, okkara útflutningsvinnur - harímillum rækjuflotin - saman við ríkisveitingini skaffa til landið.

Peningaseðlar úr kjallaranum
Fyri at vísa, hvussu skeivur tankin er, kunnu vit hugsað okkum eitt dømi. Vit ímynda okkum, at Føroyar er eitt sjálvstøðugt gjaldoyraøki. Tað vil siga, at vit hava eitt føroyskt gjaldoyra, t.e. eina føroysku krónu, sum ikki er ein donsk króna í føroyskum klæðum, eins og føroysku peningaseðlarnir vit brúka í dag. Hetta kundi til dømis verðið aktuelt, um danir fara at brúka Evruna, og vit fáa okkara egna gjaldoyra.
Vit ímynda okkum, at føroyskir peningaseðlar verða prentaðir í kjallaranum í Landsbankanum. Landsbankastjórin ger einsamallur av, hvussu nógvir peningaseðlar verða prentaðir og koyrdir í umfar gjøgnum føroyska fíggjarkervið. Verða nógvar krónur prentaðar, so útboðið er stórt, er krónan lítið verd, men verða færri krónur prentaðar, so útboðið er lítið, er krónan nógv verd.
Vert er at minnast til, at henda ímyndin ikki er so veruleikafjar. Heimsbúskapurin er samansettur av einari rúgvu av gjaldoyraøkjum, hvørt við sínum gjaldoyra, ið virka nøkulunda soleiðis sum skitser-að omanfyri.

Vekslikontórið á Vaglinum
Vit ímynda okkum, at føroyska krónan kann bara brúkast í Føroyum. Samstundis er hon einasta gjaldoyra, ið kann brúkast í Føroyum.
Í samhandli við umheimin brúka vit Evrur. Skalt tú keypa eitthvørt uttanífrá, mást tú oman á nýstovnaða Vekslikontórið á Vaglinum í Havn at veksla føroyskar krónur fyri Evrur, soleiðis at tú kanst gjalda útlendska seljaranum fyri tað, tú keypir. Øvugt, tá tú selur einum útlendingi eina vøru ella tænastu, fært tú Evrur sum gjald. Men tær kunnu ikki brúkast í handlum í Føroyum, so fyri at kunnu fara í SMS at keypa, noyðist tú á Vekslikontórið at fáa føroyskar krónur fyri tínar Evrur.
Henda skipan ger, at útlendskt gjaldoyra kemur ikki í umfar í Føroyum. Tá sjómaðurin og landkrabbin fara inn til onkra fyritøku at keypa eina vøru ella tænastu, hava teir sama slag av peningaseðlum í lummanum. Landkrabbin hevur fingið sínar við at selja sína vøru til aðrar føroyingar, meðan sjómaðurin hevur fingið sínar við at selja sína vøru til útlendingar fyri Evrur, sum hann so hevur vekslað til føroyskar peningaseðlar.

Avleitt virksemi
Fyri einstøku fyritøkuna er søluvirðið, ið stavar frá sølu til útlendingar, einki annarleiðis enn søluvirðið, ið stavar frá sølu til føroyingar, ella frá søluvirði, har helvtin stavar frá sølu til útlendingar og helvtin frá sølu til føroyingar osfr. Í øllum førum fæst sama nøgd av føroyskum peningaseðlum afturfyri, antin beinleiðis ella umvegis Vekslikontórið. Hetta er galdandi fyri eitt rækjuskip eins og tað er galdandi fyri eitt bilverkstað og fyri SMS.
Og soleiðis er tað hvørja ferð onkur keypir við ein føroyskum peningaseðli. Hundrað føroyskar krónur eru hundrað føroyskar krónur, líkamikið hvussu ofta peningaseðilin hevur skift hendur frammanundan, og líkamikið um tað er ein sjómaður ella ein landkrabbi, sum keypir fyri hann.
Tað viðførir, at um ein framleiðari av einhvørjari vøru selur hana til útlendingar ella til aðrar føroyingar, so er eingin munur á avleiddum virksemi. Ein sjómaður sum keypir fyri 200 krónur skapar ikki størri ella minni avleitt virksemi enn ein landkrabbi, sum keypir fyri 200 krónur. Antin er tað so, at hvørja ferð onkur keypir fyri ein føroyskan peningaseðil, stendst avleitt virksemi av, ella stendst ongantíð avleitt virksemi av. Tað vil siga, at rækjuskipini skapa hvørki meira ella minni avleitt virksemi enn Miklagarður ella Hygg-Inn ella Føroya Tele ella...
Nei, einki avleitt virksemi
Lat okkum hugsa okkum at avleitt virksemi altíð stendst av. Samlaða søluvirðið av øllum tí, sum varð framleitt í Føroyum í fjør var umleið 19 milliardir krónur. Um 221 milliónir krónur lívbjarga 300 pensionistum, lívbjarga 19 milliardir umleið 26 túsund pensionistum. Hvar allir hesir pensionstarnir krógva seg, er ein gáta.
Men loysnin á gátuni er einføld. Øll rækjuskipini høvdu milliónahall í fjør. Søluvirðið var ikki nóg mikið til at tryggja eitt liviligt avkast til eigararnar av skipunum og teir 276 menninar, sum sigldu við teimum, tíansheldur livistøðið hjá fleiri hundrað pensionistum, alment og privat settum starvsfólki osfr.
Tað sama er galdandi fyri allar aðrar fyritøkur í landinum. Vælriknar fyritøkur tryggja livistøðið hjá arbeiðsfólki og eigarum, og illa riknar fyritøkur gera tað ikki. Øll sum rinda skatt og avgjøld eru við til at tryggja livistøðið hjá pensionistun-um.
Um vit brúka danskar peningaseðlar ella føroyskar er sjálvsagt fullkomiliga líkamikið. Niðurstøðan er tann sama: Avleitt virksemi er ein hvørvisjón, sum hvarv alla aðrastaðni enn í Føroyum fyri nógvum árum síðan.

Aftur á slóðina?
KPMG og Magni Laksáfoss hava skapt eina hugmynd av føroyska búskapinum og týdningin rækjuskipini hava fyri hann, sum einki samband hevur við veruleikan. Hugmyndina ætlar nevndin, sum viðgjørdi støðuna hjá rækjuflotanum, saman við politikkarunum at brúka til at leiða føroyska búskapin eitt stórt fet aftur móti studningsmylluni frá 70unum og 80unum.
Hetta eigur ikki at verða góðtikið av føroyska skattgjaldaranum. Um politikararnir hava hug til at lata rækjuflotanum studning fyri at vinna sær nakrar atkvøður, so gera teir tað. Men teir eiga ikki at sleppa at brúka hvørvisjónirnar hjá Magna Laksáfoss og KPMG sum undanførslu.