Tað var bara Edmund Joensen, fólkatingsmaður, sum tók orðið, tá ríkisveitingin til Føoyra í morgun varð einmælt samtykt í Fólkatinginum
Fólkatingsmaðurin hjá Sambandsflokkinum førdi fram, at veitingin hevur sjáldan havt so stóran týdning fyri Føroyar sum nú, ið svørt skýggj hanga yvir heimsbúskapinum og føroyska búskapinum.
- Í einari tíð, har undirskotið á føroysku fíggjarlógini kann gerast størri enn 600 milliónir krónur, er ríkisveitingin á 615,5 milliónir krónur sera týðandi. Var ríkisveitingin ikki, hevði holið á fíggjarlógini verið ovurstórt ? meira enn 1,2 milliardir krónur, segði Edmund Joensen m.a.
Edmund Joensen undraðist í røðu sínari á, at Høgni Hoydal úr Tjóðveldi mælir til, at ríkisveitingin verður tikin burtur.
- Høgni Hoydal skyldar okkum at siga, hvussu eitt undirskot á 1,2 milliardir krónur tá skal fíggjast, ella hvar sparast skal á fíggjarlógini, segði Edmund Joensen í Fólkatinginum í dag.
Viðgerðin av lógaruppskotinum um ríkisveitingina fyri 2009 var hin 3. og seinasta. Fólkatingið samtyktið uppskotið einmælt við 110 atkvøðunum fyri, ongari ímóti og ongari blankari atkvøðu.