Ríkisfundur í dag

Í dag hittast Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharri, Kuupik Kleist, landsstýrisformaður og Kaj Leo Johannesen, løgmaður, til ríkisfund í suðurgrønlendsku bygdini Igaliku, haðani myndin er.

Á skránni fyri fundin er eitt nú menning av samstarvinum í ríkisfelagsskapinum, yvirtøka av útlendingamálum og makrelósemjan.

Í morgin fara tey trý at hyggja at vatnorkuverkinum Qorlortorsuaq, námsverkætlanini Kringlerne, og eftir at hava etið ein bita í Qaqortoq skulu tey til norðbúgvatoftirnar í Qassiarsuk og haðani til Narssarsuaq, haðani forsætisráðharrin og løgmaður fara heimaftur.

Kuupik Kleist fer ikki til hús. Hann skal á rundferð í Suðurgrønlandi saman við trimum øðrum umboðum fyri landsstýrið.