Ríkisfelskapurin byggir álit

Tað er onki at takað seg aftur í, at ríkisfelsapurin byggir álit. Tey sum ynskja loysing, kalla Danmark fyri ein mótpart ella fígginda, men fyri okkum sambandsmenn er talan heldur um bróðurskap, sum Petur M Dam sáli segði á sinnið: "Det er broderskap imellem to nationer". Vakari kann tað neyvan sigast.

 



Fólkatingsumboðanin

Tað sum er so gott við okkara fólkatingsumboðan er, at hon gevur okkum møguleikar at fortelja dønum og grønlendingum um viðurskiftir hjá okkum, og vit fáa eisini betri innlit í donsk viðurskiftir, so at vit í sátt og semju kunnu loysa tær uppgávur, sum liggja fyri framan, bæði fyri okkum her heima, og fyri alt ríkið. Vit kunnu eisini brúka okkara umboðan til at greiða teimum donsku og grønlendsku umboðunum frá um okkara viðurskftir, so at tey betur skilja, hvat ið rørir seg í fólkinum her heima hjá okkum.

Sambandsflokkurin er einasti flokkur her á landi, ið vil varðveit okkara umboðan, og tí er tað ein sjálvfylgja, at vit fáa okkara umboðan tann 20. nov.