Ríkisfelagsskapurin heimsins besta skipan (triði partur)

    

Heimastýrislógin er ein somikið góð skipan, at eingin hevur enn kunnað heilt konkret sagt, hvat tað er við heimastýrislógini, sum forðar okkum at mennað landið, og Samgongan tosar nú eisini um at tøma heimastýrislógina.
Tað sum verður sagt er at hon er ótíðarhóskandi, og at vit merktu tað undir kreppuni, hettar er ikki í tráð við sannleikan, men einans eitt framhald av undanførslum um, at danir høvdu ábyrgdina av, at okkara landið kom í kreppu.
Skipanin í ríkisfelagsskapinum var, og er so góð, at hon tók við opnum ørmum móti 7000 av okkara landsmonnum, sum flýddu undan okkum politikarum, sum hvørki vildu hoyra ella síggja ávaringarnir, frá eitt nú ráðgevandi nevndini hjá Fólkatinginum viðvíkjandi føroyska búskapinum.
Vit stýra eftir mínari meining beint nú við fullari ferð út av vegnum, tað gongur sjón fyri søgn, at meðan vinnulívið liggur í skeljasori, so tosa vit framvegis um yvirtøkir í 100 mill klassanum, lat okkum heldur tosað meira konstruktivt og lata fullveldi liggja, soleiðis sum veljarin eisini vísir á.
Ríkisfelagsskapurin er ein so góð sak og ein so góð skipan at sjálvt aftaná at Samgongan frá 98 til 2002 hevur brúkt meira enn 50 mill uppá marknaðarføring av fullveldinum, so er undirtøkan ongantíð so lítil sum nú.
Hettar sigur mær so mikið at cyklus hjá " Fullveldisátakinum" hevur rent seg fastan í ein múr, nemliga tann múrin sum vit vanliga kennað undir heitinum ríkisfelagsskapurin.