Ríkisfelagsskapurin er trygdin

Kaj Leo Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum, legði í formansfrágreiðing síni, stóran dent á ríkisfelagsskapin og ríkisveitingina. Vit eiga í samband við samráðingarnar við danir um ta árligu ríkisveitingina at syrgja fyri, at tann parturin, sum eitur fastfrysting, verður avtikin, soleiðis at inntøku landsins ikki minka av hesi orsøk. Tað er heilt burturvið at frásiga sær ein heilt natúrligan part av inntøkum landsins.

Soleiðis segði Kaj Leo Johannesen, formaður Sambandfloksins og løgmaður, á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum í dag.

Hann segði somuleiðis, at til dømis við bankapakkunum hevur ríkisfelagsskapurin verið trygdin.

Á sama hátt sum Magni Laksáfoss, gjørdi formaðurin í flokkinum eisini nakað burturúr, hvussu nógv blokkniðurskurðurin hevur kostað.

- Niðurskurðurin av ríkisveitingini hevur higartil kostað okkum 3,8 milliardir krónur síðani 2002, segði Kaj Leo Johannesen.

Formaðurin segði somuleiðis í síni frágreiðing, at tað hall, sum nú má fíggjast við lánum skal fylgja tilráðingunum hjá Búskaparráðnum.

- Fyri at vit skulu klára at venda búskapinum, ið er íkomin av altjóða fíggjarkreppuni, er eisini neyðugt hjá okkum at taka lán.

- Lántøkan eigur at vera innan karmarnar, sum Búskaparráðið nevni í síni nýggjastu frágreiðin, men endamálið við almennari lántøku eigur at vera, at hon verður brúkt sum amboð fyri at fáa búskapin á beint aftur skjótast gjørligt, segði Kaj Leo Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum.